ST felagsskapurin tykist ikki serliga stinnur at loysa slík stríðsmál, í øllum førum ikki so leingi, sum heimspolitiið, USA, ikki vil verða við.
Vit taka so mangan til, at illgerðirnar móti mannaættini, sum fóru fram t. d. undir øðrum heimsbardaga ikki eiga at endurtaka seg. Vit ganga eisini runt og halda, at tað var nakað, sum bara kundi henda tá.
Men soleiðis er støðan als ikki. Heimurin upplivir dag og dagliga slík stríð, sum áttu at verið steðað við brestin. Vit høvdu eisini eitt stríð mitt í Evropa í nítiárunum tá Balkan stóð í ljósum loga. Fólk vórðu dripin frá hond, uttan at heimssamfelagið so ella so legði uppí og steðgaði illgerðunum við brestin. Slíkt eigur ikki at kunna henda!
Í slíkum føri átti ST at lagt uppí beinanvegin. Tað kann ikki verða rætt, at so krígshugað fólk, sum vit síggja ráða í fleiri londum eisini sokallaðum siviliseraðum londum sleppa at sita við valdið, tá slíkar støður taka seg upp. Her átti ein yvirnationalitetur, sum ST, beinanvegin at lagt uppí og steðgað stríðnum. Tí áttu Ísrael og Hisbollahfelagsskapurin ikki at sloppið at bumbað hvønnannan í vikuvís við so nógvum ósekum offrum.
Vit taka ikki dagar ímillum, hvør er rættvísur og órættvísur í hesum føri. Tað kann vera líka mikið vit halda bara, at heimssamfelagið ikki er nóg væl skipað, tá slík stríð kunnu halda fram í vikuvís og hundraðtalsfólk liggja eftirá áðrenn lagt verður uppí og meinaleysu brotsgerðirnar móti mannaættini verða steðgaðar.
Víst er tað, at heimspolitikararnir hava nógv at læra!










