Kjarnan í vinnudegnum er kjósanin av besta virkinum í Føroyum. Og hesaferð tók dómsnevndin tí skilagóðu avgerð at lata stóra og fjølbroytta reiðaríinum Thor í Hósvík henda heiður. Talan er um eitt reiðaravirki, sum støðugt hevur brotið upp úr nýggjum. Tað hevur lagt seg eftir ótraditionellum fiskasløgum og fiskileiðum við góðum úrsliti, og hevur um somu tíð við hegni differentierað sítt virksemi til eisini at fevna um tænastur innan oljuleiting, har tað veitir hjálpar¬skipatænastur til frálandavinnuna í 50 londum kring allan knøttin (Evropa, Asia, Suður- og NorðurAmerika og Afrika) sigur dómsnevndin.
Eingin ivi um at hetta var eitt gott val. Thor hevur víst føroyingum, at tað ber til at fáa lønandi virksemi við øðrum enn bert fiski og tað í útlandinum eisini. Vit vilja ynskja øllum starvsfólkinum hjá Thor hjartaliga tillukku eins og Vinnuhúsinum góða eydnu við framtíðar tiltøkum.
Umframt at kjósa besta virkið var aftur hesaferð valt út fyritøka, sum fekk heiðurin Ársins Átak, og hesaferð fall valið á blaðið Vinnuvitan. Í niðurstøðu síni leggur dómsnevndin dent á týdningin, at tað finst eitt blað í Føroyum, sum burturav tekur sær av vinnulívstilfarinum. Vit vilja eisini ynskja starvsfeløgunum á Vinnuvitan tillukku við heiðurinum, sum vónandi eisini kann virka kveikjandi fyri restina av pressuni, soleiðis at eisini tíðindabløðini, sum koma út hvønn gerandisdag, fara at gera meira burtur úr vinnulívinum. Sosialurin og Miðlahúsið fara í framtíðini at bjóða seg fram at viðgera vinnuna meira miðvíst við ymsum átøkum í blaðnum og í húsinum. Karmarnir her eru góðir til bæði at menna og byggja brýr eitt nú millum vinnu og mentan t.d. við positivum upplivingum.
Sosialurin