ODDAGREIN: Vandamikil heimu

Samtíðis sum ófriðurin í Miðeystri heldur fram eru eygleiðarar farnir at tosa um vandan fyri einum veruligum kríggi í Miðeystri, millum Ísrael øðrumegin og arabisku londini hinumegin.

 

Ilt er at ímynda sær, hvør kann vinna eitt slíkt kríggj. Neyvan er nakar ivi um, at øll londini, sum eitt slíkt kríggj fer at umfata, gerast taparar, harímillum eisini Ísrael. Hóast ovurstóru hernaðarmegi sína, sum eisini fevnir um kjarnorkuvápn, so kann ísraelska tjóðin neyvan koma væl frá einum lemjandi kríggi við øll síni grannalond.


Ávaringarnar frá eitt nú ST-keldum eiga at verða tiknar í størsta álvara.


Spurningurin um at fáa altjóða friðarherlið undir ST-eftirliti til Ísraels, Vestara Áarbakka og Gaza hevur verið frammi við jøvnum millumbili, men higartil hava ísraelar víst hesum uppskoti aftur. Tað er í tøkum tíma, at støða verður tikin til júst henda spurningin, tí hann er kanska einasta vónin fyri at steðga høpis- og meiningsleysu drápunum. Tá ísraelar og palestinar ikki eru førir fyri sjálvir at steðga ørskapinum, so má altjóða samfelagið koma uppí.


Tað verður ein vanlukka, um úrslitið av einum komandi vali í Ísrael gevur monnum sum Ariel Sharon møguleikan at koma til maktina. Hevur støðan verið fastløst og ómøgulig við Barak í oddasessinum, so verður hon at meta við sætt ragnarok, kemur harðrendi og eirindarleysi Sharon til valdið. So tá umheimurin ávarar móti einum kríggi í Miðeystri skal hetta í fyrsta lagi tilskrivast óttanum fyri, at Ísrael fær eitt víðgongt høgrastýri. Tað fer við einum uppaftur harðrendari ísraelskum politikki av álvara at seta eld í alt Miðeystur.


Og hetta kunnu londini í Vesturheiminum ikki liva við. Tí má ST og ikki minst USA gera sítt ítarsta til at leggja trýst á bæði ísraelar og palestinar um at finna eina ella aðra loysn. Her hevur USA eina stóra ábyrgd, tí landið letur Ísrael stóra búskaparliga hjálp. Vit kunnu tí bara óttast fyri, hvat kann henda, um USA fær ein høgravendan republikanskan forseta.


Tað eru bert tær hóvligu kreftirnar í ísraelska og palestinska fólkinum saman við skilagóðum diplomatum úr vesturheiminum, sum kunnu minka um spenningin í hesum annars so yvirspenta øki. Hart móti hørðum politikkurin, sum tey víðgongdu á báðum síðum, standa fyri og royna at birta uppundir við nýggjum atsóknum, fer bert at føra ein veg, og tað er til tað totala kríggið í Miðeystri, sum kann fáa heimsumfatandi fylgjur.


Sosialurin