Hóast vit eiga vælegnað høli til konsertir, eitt nú Norðurlandahúsið og Mentanarhúsið í Fuglafirði, so má ásannast, at ungdóminum og tónleikinum tørva eina veruliga konserthøll í høvuðsstaðnum. Tá hugsað verður um ta menning, sum hevur verið og er innan tónleik og tónleikalívið og tann áhuga, sum ungdómurin vísir hesum útviklingi, so er tað undranarvert, at myndugleikarnir í landsins størstu kommunu umboðandi ein stóran part av landsins ungdómi, ikki hava gjørt eitt nútímans konsertstað til part av sínum ungdóms- og tónleikapolitikki. Vit síggja, hvussu ítróttarhallir, samkomuhús o.a. spíra alla staðni. Men vit hava lyndi til at gloyma tann partin av ungdóminum, sum hvørki fer til ítrótt ella á møti.
Havnin er vorðin so mikið stór, at býurin átti at havt eini verulig ungdóms- og mentanarhús, sum eisini kundu hýst eini stórari og nútímans konserthøll umframt venjingarhølum. Tá sluppu vit undan at skipa fyri slíkum konsertum í skúlagørðum og í ítróttarhøllum kring landið. Og tá fingu vit skipað viðurskifti. Alt gott at siga um tey mongu tiltøk og støð, sum hýsa ungdómi og tónleiki. Her verður so fyrst og fremst hugsað um Margarinefabriksbygningin, har tónleikaglaði ungdómurin roynir at húsast sum frægast.
Spurningurin er bara, hvussu leingi vit kunnu halda fram við at bjóða bæði teimum ungu og teimum góðu fólkum, sum taka sær av teimum ungu tónleikarunum, halda teimum til og eru við til at menna teirra tónleikaevni, slíkar umstøður.
Tað skal vera okkara inniliga áheitan á myndugleikarnar í høvuðsstaðnum um at taka upp spurningin um eitt ungdóms- og mentanarhús, ið eisini kann hýsa hølum hjá ungdóminum at venja tónleik í og eini konserthøll, í størsta álvara.
Tey ungu, áhugafeløg, tónleikalærarar og onnur royna at gera vart við hesi viðurskifti, men tað er líkasum at politikararnir ikki geva hesum nóg nógv gætur. Latið okkum tí í felag taka eitt tak fyri at fáa ungdóminum í høvuðsstaðnum og teimum mongu, sum skjótt og lætt kunnu koma til Havnar, nú vegakervið er so nógv útbygt, eitt fysiskt umhvørvi, har tey kunnu koma saman til gaman og álvara - við tónleikinum sum bæði íblástrarkeldu og drívmegi.
Latið okkum tí eisini fáa nakað konstruktivt burtur úr tí óhepnu støðu, sum tey ungu komu í, tá tey leitaðu sær til jólakonsert á Kambsdali.
Sosialurin