Oddagrein:Undirgrundin

Fjølmiðlar og onnur fokusera framvegis uppá heldur løgnu diskussiónina um undirgrundina, har Dansk Folkeparti og Ekstra Bladet eru sloppin at seta dagskránna á tí støði, ið hesi bæði eru von at leggja. Serliga verður tosað um ognarrætt.

 


Ognarætturin er eitt rættiliga irrelevant hugtak í undirgrundardiskussiónini, tí man rennir seg altíð fastan í definitiónsspurningar. Hugtøkini av týdningi eru yvirvaldsrættur og dispositiónsrættur.


Yvirvaldsrætturin yvir undirgrundini og øllum øðrum í Føroyum er danskur undir Heimastýrisskipanini, men kann man kalla tað ognarrætt? Er tað ognarrættur at hava yvirvaldsrætt yvir undirgrundini uttan nakrantíð at kunna disponera yvir tí, sum er í henni ella avgera, hvør skal útvinna? Neyvan. Er tað ognarrættur at kunna disponera frítt yvir undirgrundini til allar ævir og avgera, hvør skal útvinna og hvussu nógv hesir skulu gjalda í skatti til føroyska landskassan, men ikki hava yvirvaldsrættin? Hetta er ivaleyst nærri ognarrætti enn við yvirvaldsrættinum, men man vil altíð fáa eina akademiska diskussión uttan praktiskan týdning, um hettar er veruligur ognarrættur.


Ognarrættur er eitt hugtak, sum er malplacerað í hesari debattini, tí tað vil altíð enda við problematiskum definitiónsdiskussiónum.


Danir vilja ongantíð svara greitt um ognarrætt, tí at teir vilja ikki váða at siga nakað, sum kann seta spurnartekin við ?højhedsretten? og grundlógina. Fjølmiðlar og Dansk Folkeparti hava tíverri tendens til at tosa um ognarrætt sum um talan er um vanligt keyp og sølu.


At danir eiga oljuna, sum danskar keldur eru endurgivnar fyri at siga, er ikki rætt. Onkur kann argumentera fyri, at danir gjøgnum sín yvirvaldsrætt eiga klettarnar, ið oljan spríkir úr, men oljuna eiga teir ongantíð, tí dispositiónsrættin hevur føroyska heimastýrið.


Løgið er, at eingin dregur paralellar millum kongsjørðina og undirgrundina. Kongsjørðin bleiv yvirtikin í trýssunum. Danir hava yvirvaldsrættin yvir kongsjørðini akkurát sum við undirgrundini og øllum øðrum, men eingin gongur og setur spurningar við, um danskarar eiga jørðina - sammetast við undirgrundina ella seyðin -sammetast við oljuna. Her eru allir føroyingar á einum máli, og eingin munur átti prinsipielt at verið á undirgrundini og kongsjørðini.


Sosialurin