Oddagrein· Trý ár í kyksendi

Mánadagin komandi eru trý ár liðin, síðan tey sameindu við USA á odda lupu á Irak. Endamálið við álopinum var at forða Saddam stýrinum at menna og nýta hópoyðingarvápn og at fáa Saddam burtur. Tað seinna eydnaðist  hitt fyrra fleyt út í sandin, tí eingi hópoyðingarvápn vóru í Irak. Eftirfylgjandi hava tey sameindu so sett fokus á yvirgangin. Ikki tí einki bendir á, at Saddam stýrið stuðlaði t.d. Al Qaida  tað hevði verið alt ov vandamikið og fyri alt tað móti politikki Saddams, ið ikki var fundamentalistiskur, men tvørturímóti vildi eitt sekulert einaræði.

Síðan kríggið byrjaði hava storir trupulleikar verið í Irak. Tað er lítið at ivast í, at tað var ein vinningur fyri heimin, at Saddam varð koppaður og aðrir glottar eru í tilgongdini. Tað má soleiðis ásannast, at tað var eitt bragd at fáa framt bæði fólkaatkvøðu og tjóðartingsval í einum hersettum landi uttan demokratiskar siðvenjur. Hinvegin er tað ein vanlukka, at ikki eydnast at skipa eina demokratiska stjórn við parlametariskum støði í tjóðartinginum. Tað tykist sum heild mestsum ómøguligt at seta á stovn og at fáa demokratiskar stovnar at virka. Hetta er serstakliga galdandi fyri herin, løgregluna og lokalsamfelagið. Hóast vesturlendsku tiltøkini, so kiksar alt hetta ferð eftir ferð. Hetta kemst av, at demokrati er ikki nakað, ið tú kanst læra eftir einum degi. Demokrati er ein lívsformur. Hetta skilja amerikanar ikki og enn minni irakar skilja hetta. Hersetingin hjá teimum sameindu í Irak er tí vorðin til ein sorgarleik.

Støðan í Irak gerst alt meira trupul fyri hvønn mánaða, sum gongur. Hóast valini, so rekst einki fyri, at landið fær nakra stjórn. Stríðið millum Shia og Sunni muslimar er nú so hart, at alt fleiri eygleiðarar tala um beinleiðis borgarakríggj. Borgarakríggj er tað alraversta, ið kann henda fyri Irak. Verður borgarakríggj meta allir eygleiðarar, at hetta fer at standa við í nógv ár og fer at oyðileggja landið og destabilisera Miðeystur enn meira. Hersetingarvaldið við USA á odda hevur ómetaligar trupulleikar. Yvirgangurin stendur við og versnar, og alt bendir á, at altjóða yvirgangsfelagsskapir hava valt sær Irak sum høvðusmál. Tað er sum ikki einaferð sivilfólkið, sum er offur fyri hesum harðrenda yvirgangi. Irak er vorðið eitt slag av altjóða venjingarvølli fyri sjálvmorðsatsóknir. Hesin yvirgangur hevur sum endamál at forða fyri eini demokratiskari tilgongd í Irak. Sum er, sær tað veruliga svart út og nógv bendir á, at yvirgangsliðini eru við yvirlutan. Hetta er ein av orsøkunum til, at so torført er at skipa stjórn. Sum ofta sagt gevst eingin hernaðarlig loysn í Irak. Her kann bert ein politisk loysn loysa trupulleikarnar. Men henda loysn er torfør at fáa til vega, eitt nú tí USA trýr meira á hernaðarligar loysnir enn á politiskar loysnir. Danmark, sum er við at søkka í hetta kyksendið saman við USA, átti kanska at sagt USA nakrar sannleikar her og nú.
Sosialurin