Óhapp av hesum slag eiga helst ikki at kunna henda. Viðkomandi stovnur ella skip eiga at vera somikið eftiransin, at slík óhapp ikki koma fyri. Altjóða regluverkið er strangt og føroyska lóggávan er strong. Tað áliggur tískil tí einstaka, tað verið seg eitt elverk ella eitt skip, at ansa so væl eftir, at óhappini ikki henda. Hinvegin vita vit, at eingin tøkni er so fullkomin, at ikki eitt tekniskt óhapp kann henda. Innaneftirlitið eigur tí at vera so mikið neyvt, at eitt tekniskt óhapp verður uppdagað í somu løtu, tað hendir. Jú skjótari ein oljuleki verður staðfestur, jú størri eru møguleikarnir at minka um skaðiligu avleiðingarnar. Oljulekar, smáir sum stórir, kunnu ikki og eiga ikki at góðtakast og undanførslurnar, sum ikki tróta, eiga heldur ikki at verða góðtiknar. Tað er sostatt ikki nóg mikið, at ein leiðsla umber seg við einum tekniskum óhappi. Er útlátið fleiri túsund pottar av olju, so hevur eftirlitið við tilgongdini ikki verið nóg strangt. Tað er tí í lagi, at bøturnar verða harðar, at dálkarin skal gjalda fyri uppreinsingina.
Ein herðing av lógarverkinum, sum tilmælt av Tjóðveldi, kann møguliga fyribyrgja fleiri óhapp. Loðstvang hevði møguliga forðað Olshanuvanlukkuna og eitt bunkringarforboð hevði sjálvsagt forðað Grobatjovóhappið. So tað er vert at geva uppskotinum ans. Hinvegin hevur alt hetta nakað at gera við hugburð. Tað hjálpir lítið við herdari lóggávu og forboðum, um hugburðurin til náttúruna á sjógvi og landi er merktur av líkasælu. Hetta er ein trupulleiki um allan heim. Virðingin fyri umhvørvinum má leggjast niður í børn og ung og hendan virðing eigur at vera ein týðandi partur av øllum útbúgvingum – ikki minst vinnuútbúgvingum.
Hóast øll avvarandi ivaleyst hava gjørt teirra besta, reisir óhappið í Nólsoyarfirði nakrar spurningar. Var tilbúgvingin nóg væl fyriskipað? Hvør hevur evstu leiðsluna av átøkunum á vanlukkustaðnum? Hví er ikki ein fastur standandi átaksbólkur? Hvørjar eru mannagondirnar? Hvussu bar tað til, at fráboðað varð, at vandin var av, samstundis sum fólk í Vágum bæði sóu og luktaðu oljuna á Vágafjørði? Hvat hava vit lært av Olshanu? Hava vit ta neyðugu útgerðina at byrgja fyri avleiðingunum av oljuvanlukku á okkara sjóøki? Hvat hava vit lært av áður hendum óhappum og mistøkum eitt nú við atliti at útgerð, innsatsi, fyriskipan og samskipan? Vónandi fer eftirmetingin at geva svarini.
Sosialurin