Grønt ljós hava Asco Føroyar saman við Strandfaraskipum landsins fingið, somuleiðis Atlantic Offshore Base saman við Skipafelagnum og síðani Eimskip saman við skotska útgerðarfelagnum SBS. Reyða kortið hava Smyril Line og Norserv, ið er samstarv millum Henning Thomsen og Danbor í Esberg, fingið. Punktum er sett fyri útgerðarhavn í Suðuroynni, um vit ganga út frá, at valið, ið fellur á Tórshavn ella Runavík, verður at galda fyri allar tíðir.
Hetta málið hevur verið eitt av teimum stóru stríðsmálunum í debattini í eina tíð. Eftir at uppskot um at leggja alt virksemi til Suðuroynna fyri at skapa henni møguleikar at menna seg, fall á tingi, varð samtykt, at útgerðarvirksemi eisini verður lagt til útjaðaran. Í útboðstilfarinum, sum tey trý vinnandi samtøkini hava fingið, stendur, at oljuútbúnaður ol. í sambandi við oljuverju, skal liggja í Suðuroynni. Um hetta eisini skal skiljast sum tilbúgving í víðastu merking er neyvan hugsandi ella?
Nú verður so spurningurin, um landsstýrismaðurin í oljumálum metir, at hann hevur livað upp til krøvini í oljulógini um eisini at taka hædd fyri útjaðaranum við at hava fingið feløgini at seta hetta við oljuverju í tilboðstilfarið? Tað verður áhugavert at frætta. Neyvan hava politikarnir í Suðuroynni heldur sagt síðsta orð.
Hetta málið er eitt áhugavert - onkur vil siga syrgiligt, onkur vil siga skilagott - kapittul í føroyskari søgu. Tí øðrumegin eru tað tey, ið siga, at her hevði tú møguliga at stýra eini vinnu til at menna ein tilafturkomnan part av landinum - hinumegin vilja onnur siga, at nú sluppu fríu marknaðarkreftirnar og fakliga professionalsman at royna seg.
Statoil valdi at skipa eina prekvalifisering. Hon vrakaði eitt av stóru feløgunum Norserv, ið hevði útgerðarstøð við drúgvum royndum aftanfyri seg. Hevði tað ikki verið lættari fyri allar, um Statoil gav øllum eins tjans at bjóða? Hetta er so teirra praksis, men spurningurin er tó - og hetta er eisini møguliga nakað, ið Oljumálastýrið hevði kunnað ávirkað um ikki Statoil bara átti at skipað fyri útbjóðing fyri allar? Vit kenna ikki orsøkina til, at Norserv dumpaði, men mong eru ørkymlað, nú eitt felag, ið hevur stóru útgerðarstøðina í Esbjerg aftanfyri seg, ikki so frægt sum slapp at geva tilboð. Er Danbor í Esbjerg veruliga ikki egnað at geva tilboð uppá eina føroyska útgerðarhavn! Ella vóru hesir so tryggir uppá sína sak, at teir gloymdu, at eisini aðrir stórir vóru við?
Sosialurin










