Tað var ikki virðiligt, at næmingar – sum fleiri av teimum fyri fyrstu ferð skuldu til nakað, ið líkist eini próvtøku, soleiðis skuldu haldast fyri gjøldur.
Tað er ikki tí, at tey í Mentamálaráðnum ikki vóru ávarað frammanundan, tí tað vóru tey. Ella sum Elsa Birgitta Petersen, skúlastjóri í Hvalbiar skúla, sigur við blaðið í dag:
– Eg dugi ikki at skilja, at allar landsroyndirnar skuldu fara fram í talgildum formi. Tí tá skipanin bleiv royndarkoyrd fleiri ferðir áður, riggaði hon ongantíð soleiðis, sum hon átti. Lærarafelagið vísti á, at man átti at bíða við at hava allar landsroyndirnar í talgildum formi, men tað bleiv ikki lurtað eftir, og tí haldi eg, at fleiri lærarar nú onkursvegna hava hug at flenna eftir Mentamálaráðnum, sigur Elsa Birgitta Petersen, sum er skúlastjóri í Hvalbiar Skúla.
Tað er ikki gott, at næmingar og lærarar soleiðis verða hildin fyri gjøldur, og tað er als ikki gott, at fleiri lærarar hava huga at flenna eftir Mentamálaráðnum.
Her áttu ábyrgdarpersónar at hava stungið fingurin í jørðina og steðga, meðan tíð var. Tað var ikki neyðugt at útseta næmingarnar fyri slíkum ábyrgdarloysi úr hægsta skúlastað í landinum.
Tað er einki at ivast í, at tað er gott við talgildum próvtøkutilfari. Tað lættir nógv um í skúlaskipanini – og tað lættir eisini um hjá næmingum at kunna síggja úrslitið beinanvegin. Men her átti Mentamálaráðið ikki at verið so fegin um tøknina, at tey lótu hana taka yvirhond. Tað var tað sum hendi, tá skipanin ikki megnaði at taka ímóti øllum teimum 350 eldhugaðu næmingunum, sum høvdu sett set til rættis við telduna hendan morgunin.
Sambært formanninum í Føroya Lærarafelag, so hava tey mist álit á Mentamálaráðið, eins og trúvirði hjá hesum hægsta skúlamyndugleika er farið. Men trúvirði og álit kann endurbyggjast, og tað ger Mentamálaráðið best við at fáa skil á hesum landsroyndunum, soleiðis at øll tey 1.400 spentu børnini fáa avgreitt sínar landsroyndir í øllum góðum, talgilt ella ikki talgilt, so tey ikki dumpa – eins og Mentamálaráðið gjørdi...Tað var einki minni enn ein katastrofa, at Mentamálaráðið mánamorgunin avlýsti landsroyndirnar hjá teimum 1.400 næmingunum, sum ganga í fjórða og sætta flokki kring landið. Tað var ikki virðiligt, at næmingar – sum fleiri av teimum fyri fyrstu ferð skuldu til nakað, ið líkist eini próvtøku, soleiðis skuldu haldast fyri gjøldur.
Tað er ikki tí, at tey í Mentamálaráðnum ikki vóru ávarað frammanundan, tí tað vóru tey. Ella sum Elsa Birgitta Petersen, skúlastjóri í Hvalbiar skúla, sigur við blaðið í dag:
– Eg dugi ikki at skilja, at allar landsroyndirnar skuldu fara fram í talgildum formi. Tí tá skipanin bleiv royndarkoyrd fleiri ferðir áður, riggaði hon ongantíð soleiðis, sum hon átti. Lærarafelagið vísti á, at man átti at bíða við at hava allar landsroyndirnar í talgildum formi, men tað bleiv ikki lurtað eftir, og tí haldi eg, at fleiri lærarar nú onkursvegna hava hug at flenna eftir Mentamálaráðnum, sigur Elsa Birgitta Petersen, sum er skúlastjóri í Hvalbiar Skúla.
Tað er ikki gott, at næmingar og lærarar soleiðis verða hildin fyri gjøldur, og tað er als ikki gott, at fleiri lærarar hava huga at flenna eftir Mentamálaráðnum.
Her áttu ábyrgdarpersónar at hava stungið fingurin í jørðina og steðga, meðan tíð var. Tað var ikki neyðugt at útseta næmingarnar fyri slíkum ábyrgdarloysi úr hægsta skúlastað í landinum.
Tað er einki at ivast í, at tað er gott við talgildum próvtøkutilfari. Tað lættir nógv um í skúlaskipanini – og tað lættir eisini um hjá næmingum at kunna síggja úrslitið beinanvegin. Men her átti Mentamálaráðið ikki at verið so fegin um tøknina, at tey lótu hana taka yvirhond. Tað var tað sum hendi, tá skipanin ikki megnaði at taka ímóti øllum teimum 350 eldhugaðu næmingunum, sum høvdu sett set til rættis við telduna hendan morgunin.
Sambært formanninum í Føroya Lærarafelag, so hava tey mist álit á Mentamálaráðið, eins og trúvirði hjá hesum hægsta skúlamyndugleika er farið. Men trúvirði og álit kann endurbyggjast, og tað ger Mentamálaráðið best við at fáa skil á hesum landsroyndunum, soleiðis at øll tey 1.400 spentu børnini fáa avgreitt sínar landsroyndir í øllum góðum, talgilt ella ikki talgilt, so tey ikki dumpa – eins og Mentamálaráðið gjørdi...










