Nú tað serstakliga vóru útlendskir íleggjarar, sum stóðu aftanfyri hesi ætlan, kunnu vit sjálvandi lítið og einki gera fyri at forða eini slíkari støðu. Kapitalurin ræður. Føroyingar hava verið partur av hesi ætlan, men sita so ikki við meirilutanum. Tað er eingin loyna, at mong í Føroyum hava verið ómetaliga glað fyri fyrst Næraberg og nú Atlantic Navigator. Skipini hava verið ein frískligur íblástur í føroyska fiskivinnu og hava verið eitt gott og spennandi arbeiðspláss fyri tey hundraðtals fólkini, kvinnur sum menn, ið hava verið við.
Vit hava sum blað gjørt nógv burtur úr verkætlanini ikki minst tá skipini eru komin fullastað til lands ella eru farin nýggjan túr við glaðum ungum føroyingum. Vit hava sæð hetta skip sum ikki bert flaggskipið í føroyska fiskiflotanum men eisini sum skúlaskipið, har ungfólk bráddliga aftur fingu hugin til sjógvin. Skipið hevur so eisini troytt eitt fiskaslag til fulnar – tvs. til foredlaða matvøru – har fiskurin í stóran mun áður er farin til fiskafóður.
Vit kenna ikki smálutirnar, hví avgerð varð tikin um at gevast. Um talan er um eina veiðu og framleiðslu, sum vísti seg ikki at vera lønandi, so er tað ein ærlig søk. Men er orsøkin tann, at eigararnir heldur vilja brúka skipið at veiða krill á suðurhøvum, so má tað sigast at vera stórt spell og eitt slag í andlitið, nú mong hildu, at skipið var komið fyri at verða verandi.
Føroysku stigtakararnir til hesa verkætlan hava lagt eitt sera stórt arbeiði í hana og hava veruliga verið við til at bróta upp úr nýggjum. At brúka svartkjaftin til dýra matvøru heldur enn til bíligt fiskafóður er nakað, sum mong fegnast um. Nú vendist so ikki við aftur. Norsku oddamenninir hava talað. Neyvan eru føroyingarnir aftanfyri verkætlanina fegnir um hesa avgerð. Tað má tó sigast at vera rættiliga ørkymlandi, tá grundgevingin fyri at gevast verða søgd at vera tann, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at seta fleiri nýggjar lógir í verk, sum fara at gera íløguna í surimiframleiðslu minni lønandi og áhugaverda. Hetta ljóðar sum undanførsla, sum nakað, ið er uppfunnið fyri at rættvísgera eina avgerð, sum langt síðni er tikin við tí fyri eygað at brúka skipið aðrastaðni, og ikki orsakað av møguligum komandi lógarbroytingum í Føroyum.
Áhugavert vildi verið at fingið øll kort á borðið, so vit sóu, hvør veruliga orsøkin var til, at hundraðtals føroyingar so bráddliga mistu sítt arbeiði og samfelagið misti stórar inntøkur. Vit hava ikki svarið. Kanska onnur hava tað.
Sosialurin










