ODDAGREIN: Stjórnarlóg sjálvandi!

Tær nýtist hvørki at vera løgfrøðingur ella politikkari fyri at staðfesta, at verandi stýriskipanarlóg ikki riggar. Henda nú galdandi lóg er alt ov fírkantað og læsir allar partar í politisku skipanini. Tað er tí í tøkum tíma, at Føroya fáa eina nýggja stjórnarlóg. Men hetta er sjálvsagt ikki høvuðsorsøkin til, at vit skulu hava eina stjórnarlóg. Føroyar eru eitt land og Føroya fólk eru ein tjóð. Tí skulu vit hava okkara egnu stjórnarlóg.

Stjórnarlógin verður okkara grundlóg, hóast heitið verður eitt annað. Tað er einki, sum forðar okkum í at hava okkara egnu grundlóg, hóast danska grundlógin er galdandi fyri alt ríkið. Henda danska grundlóg er fyri alt tað ikki meira galdandi enn so, at vit, eitt nú, kunnu loysa frá Danmark, um føroyski veljarin skuldi ynskt slíka loysn. Danska grundlógin er frá eini heilt aðrari tíð og er púra óhóskandi á summum økjum, tí kann tað bert vera gott við eini føroyskari stjórnarlóg.

Núgaldnandi stýriskipanarlóg fekk í síni tíð onga veruliga viðgerð. Lógin er eitt embætismannaverk, sum var meira ætlað sum eitt politiskt upplegg enn sum eitt liðugt lógarverk. Hetta er ein orsøkin til, at lógin er so fírkantað og fundamentalistisk, at hon meira ella minni blokerar fyri einum tøttum og fruktagóðum samstarvi millum løgting og landsstýri. Hartil kemur, at galdandi stýrisskipanarlóg tykist flyta vald frá løgtingi til landsstýri, og er hon sostatt eitt demokratiskt afturstig. Hvussu so er og ikki, so er vanlig semja um, at løgtingið er nógv viknað og landsstýrið og embætismannaveldið eru nógv styrkt, síðan henda løgna lóg kom í gildi fyri skjótt tíggju árum síðani. Tíð er nú til aðra og meira tíðarhóskandi og demokratiska stjórnarlóg, og tískil vóna vit, at løgtingið og Føroya fólk megna at fáa nýggja stjórnarlóg til vega. Vónandi fáa vit ta breiðu tjóðskaparligu semju, sum henda tilgongd krevur.