Og rættindi eru vunnin. Hendan rørsla fekk eisini fastatøkur í Føroyum – og síðani tá hevur fakfelagsrørslan verið ein virkin og trygg grundsúla undir vælferðarsamfelagnum.
Stríðið kann mangan vera hart – og beiskt, tá ósemjur eru á arbeiðsmarknaðinum, og tá verða nógv knep nýtt. Tað nýggjasta hjá landsstýrinum er at samtykkja eina lóg, sum at kalla trekkir tenninar úr verkfallinum soleiðis, at politikararnir kunnu definera, hvørji størv ikki skulu rakast av einum verkfalli.
Tað er ikki nóg mikið við tí, at landsstýrið ætlar at samtykkja eina lóg, sum loysir aktuella knútin í verkfalsstríðnum hjá Pedagogfelagnum. Ætlanin er at gera eina varandi lóg, so tað altíð verða myndugleikarnir, sum gera av, hvørji undantøk kunnu gerast í eini verkfalsstøðu.
Hetta má metast at vera eitt tað størsta álopið á rættin hjá føroysku fakfelagsrørsluni. Verður hetta samtykt, so verður tað altíð landsstýrið, sum hevur buktina og báðar endarnar í eini verkfalsstøðu. So kunnu fakfeløgini vera í verkfalli, so leingi tey vilja, tey kunnu seigpínast við at tøma allar verkfalskassar og soleiðis missa alt valdið. Hetta kann føroyska fakfelagsrørslan ikki lata sær lynda. Men alt bendir á, at hetta stríðið fer landsstýrið at vinna. Samgongan, sum nú situr, hevur valla nakran trupulleika við at taka hesi grundleggjandi rættindi frá fakfelagsrørsluni – heldur síggja tey tað sum eitt bragd soleiðis at trekkja tenn úr fakfelagsrørsluni.
Tá flatskatturin á sinni varð samtyktur, lovaðu fakfeløgini morð og brand. Men einki hendi. Tað stríðið tapti fakfelagsrørslan. Og hóast tann samgongan endaði í andstøðu eftir næsta val, so hevur hon nú aftur valdið í Føroyum. Tað merkir, at ein meiriluti av fólkinum tekur undir við hesi samgongu, sum gongur ímóti grundleggjandi rættindum hjá fakfelagsrørsluni.
Sjálvandi eigur skil at fáast á, so tað ikki altíð gongur út yvir veikastu bólkararnar í einum fakfelagsstríði. Ein slík avtala kostar okkurt. Tað sigur seg sjálvt. Men takið tykkum for ólukkan saman og gerið tað í friðartíð – til dømis so skjótt sum hetta stríðið er av!
Vit kunnu bara gita, hvør tað er sum løðir hjá landsstýrismanninum – sum er nógv harðrendari móti fakfelagsrørsluni, enn Sambandsflokkinum líkt. So nú má røkka ella støkka hjá fakfelagsrørsluni. Letur hon sær hetta lynda, so kunnu hon tað sama pakka saman.