Tað má ásannast, at henda ráðstevna kemur í tøkum tíma. Tað eru mong tekin um, at serstakliga skrivaða føroyska pressan stendur á einum vegamóti. Nógvar broytingar eru við at henda, og pressan er ofta fyri atfinningum frá ymsum síðum. Tað er tí sera viðkomandi, at høvi býðst at skifta orð um leikluitn hjá pressuni, um leiklutin hjá tí almenna í mun til pressuna og hvør, ið skal eiga uppgávuna at tryggja ein breiðan og óheftan tíðindaflutning.
Føroysku bløðini hava altíð livað eitt trupult lív, og seinastu fjóðingsøldina hevur turbulensurin verið øgiligur. Flestøll byrjaðu sum politisk málgøgn, og eru fleiri av hesum bløðum nú farin í søguna ? tey megnaðu ikki fíggjarligu og tøkniligu avbjoðingarnar . Tey bæði bløðini, sum eftir eru av upprunaligu politisku málgøgnunum, hava nú í nøkur ár verið inni í einari tilgongd ella kanska rættari tillaging, sum hevur til endamáls at gera tey óheft av politiskum flokkum. Hvussu hetta hevur eydnast mugu onnur døma um. Hinvegin hvørki kann ella eigur kósin ikki at verða broytt. Heldur hava stóru broytingarnar í samfeløgunum b æði burturi og heima víst, at tað er rætt at birta uppaftur meiri upp undir gongdina.
Tað er rætt støðugt at taka konstruktivar viðmerkingar og atfinningar í álvara. Yvirornaða málið eigur alla tíðina av vera at økja tilvitanina um týdningin av, at fakliga kjølfestið verður uppaftur meira grundfest. Eingin er so góður, at hann ikki kann gerast betri. Lat okkum tí brúka eitt slíkt forum sum festivalurin er at viðgera faklig viðurskifti og eisini tær oftani sera trongu og truplu umstøðurnar , sum allir føroyskir miðlar hava at virka undir. Tað er í og undir hesum umstøðum, at bløðini hava ment seg til at vera tað tey eru nú, og tað er higani frá, at tey skulu mennast. Hóast vit kunnu vera ymisk á máli og raðfesta ymiskt , so eru vit felags um at upplýsa og skapa virðing um og menna okkara mentan og samfelag.
Ein fortreyt fyri menning er eisini , at vit støðugt medvirka til at útbúgva nýggj blaðfólk og tryggja teimum blaðfólkum, sum eru í vinnu betri eftirútbúgvingarmøguleikar, enn tey hava í dag. Her er framvegis langt á mál. Í hesum høpi hevur ráðstevnan stóran týdning kanska serstakliga fyri blaðfólk, ið ikki hava eins góðar eftirútbúgvingarmøguleikar sum alment sett fjølmiðlafólk. Men eisini hjá teimum mugu skapast umstøður fyri eftirútbúgving. Nú tað skilst, at leiðandi politikarar vera við til stevnuna, skuldi tað verið eitt gott høvi hjá teimum at kunnað seg um veruligu korini hjá føroyskum miðlum í dag ? og har tað ber til ? at vera við til at betra um hesi kor. Í síðsta enda hava vit í okkara framkomna samfelag øll brúk hvør fyri øðrum. Endamálið má vera eitt meira upplýst og eitt meira opið samfelag.
Sosialurin