Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá ES nevndarforkvinnan vitjaði í fjør

Oddagrein: Sjálvandi eiga vit at kanna ES limaskap

Vit hava brúk fyri at vera partur av stórum felagsskapum sum ES og Nato, nú ein ørur diktator í eystri og eitt ófantaliga ótstortligt vittuggi í vestri seta allan heimin í stóran vanda

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá ES nevndarforkvinnan vitjaði í fjør

Løgið at vit eru so harðliga ímóti ES-limaskapi uttan at vit hava spurt um treytirnar.

 

Gamaní vilja vit ikki lata ræðið á fiskiríkidøminum til Brússel. Men at halda, at vit klára okkum fult so væl uttan fyri stóra marknaðin við 450 milliónum íbúgvum er tokutala. Tað er í besta føri at tosa ímóti betri vitan. Vit kunnu bara telja, hvussu nógvar fríhandilsavtalur vit hava við onnur lond – og hvussu nógvar vit hava í væntu.

 

Nú er loyst upp fyri eini loysn við ríkisrættarligu støðuni – sum allir flokkar eiga at kunna semjast um.

 

Eitt sindur hugfarsligt, at tað aftur skuldi vera ein kvinna, Mette Frederiksen, sum breyt ígjøgnum við einum uppskoti, sum kann greiða knútin um ríkisrættarligu støðu Føroya. Minnir ikki sørt um støðuna fyri 100 árum síðani, tá føroyingar klandraðust um ta illa gitnu grein sjey í skúlalógini, sum segði, at lærarar bara skuldu tosa danskt við næmingar í føroyska skúlanum.

 

Ofta hevur hetta verið brúkt til at lýsa hjálandalyndið hjá dønum. Men aftur her var tað eitt tollut stríð í Føroyum, sum var orsøkin. Í 1924 fekk Danmark sum heimsins fyrsta demokratiska land eina kvinnu, sum ministara. Tað var Nina Bang, sum var ráðfrúa í undirvísingarmálum. Hon setti í 1925 nátúrliga spurningin, sum eingin maður hevði sett, »hví føroyskir lærarar ikki kundu tosa føroyskt við føroysk børn«. Og bað Løgtingið siga sína hugsan. Og svarið var eitt tvørt nei frá sambandsmeirilutanum á tingi. Lærararnir skuldu tosa danskt við børnini!

 

Eingin forsætisráðharri (altso maður) hevur torað at sagt nakað skilagott um, hvussu ríkisfelagsskapurin kann broytast. Nú ein kvinna situr sum forsætisráðfrú, so liggur eitt greitt uppskot á borðinum: Ein ríkjafelagsskapur við trimum sjálvstøðum londum, tjóðum og fólkum á jøvnum føti.

 

Nú er lagaliga løtan, nú er at taka av. Øll fáa sítt. Vit fáa bæði fullveldi og ríkjafelagsskap og varðveita kongaríkið og útbúgvingarskipanina og fáa sjálvsavgerðarrættin.

 

Tað er tí samstundis upplagt spyrja ES um treytir fyri føroyskum limaskapi. Eingin hevur forspurt seg. Vit hava brúk fyri stóra heimamarknaðinum hjá ES, sum hevur fríhandilsavtalur út um ES, sum vit tá eisini kunnu gera okkum dælt av.

 

Vit hava brúk fyri at vera partur av stórum felagsskapum sum ES og Nato, nú ein ørur diktator í eystri og eitt ófantaliga ótstortligt vittuggi í vestri seta allan heimin í stóran vanda. Fáa vit trygd og ein tryggan markna fyri útflutningi okkara, so er vón fyri framman – hóast alt.

 

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá ES nevndarforkvinnan vitjaði í fjør