Hetta er støðan hjá einum so at siga samdum løgtingi ? undantikin eru tey bæði, Annita á Fríðriksmørk og Kristian Magnussen, sum sóu hetta meira sum ein sosialan ójavna, har man við longdum barsilsfarloyvi heldur kvinnuna burtur frá arbeiðsmarknaðinum í eitt heilt ár.
Eitt er so tað, at løgtingið ikki vil leingja tíðarskeiðið, har løn verður útgonldin, samstundis sum farloyvið verður longt. Men tað er rættuliga órógvandi, at landsstýrismaðurin samstundis vil taka 10 milliónir úr skipanina ? pengar, sum serliga koma teimum lægst løntu til góðar. Hetta verður gjørt við at stytta tíðarskeiðið fyri útrokningargrundarlagnum úr einum ári til seks mánaðir. Hetta gongur út yvir tey við lægru og ójøvnu inntøkunum, meðan tey í tryggum størvum við høgum lønum einki merkja. Sosialt órættvíst so tað stendur eftir!
Barsilsskipanin hevur verið eitt stórt framstig á arbeiðsmarknaðinum. Men um vit ikki fáa eina betur javvág millum kvinnu og mann, so verður barsilsskipanin eitt afturstig, tí við henni verður kvinnan hildin burtur frá arbeiðsmarknaðinum í alt ov langa tíð. Hetta fer at merkja, at menn fáa nógv betur møguleikar á arbeiðsmarknaðinum, tí at arbeiðsgevarar fara at hveppast við at seta eina kvinnu í starv, sum fer at verða burtur frá arbeiði í kanska upp til trý ella fýra ár.
Hetta mátti sagt nóg mikið. Tað er ikki so trupult hjá monnum at ganga heima og ansa børnum. Tvørturímóti er tað eitt previlegium, sum allir menn áttu at gjørt sær dælt av. Tá tingmenn fara at tosa um, at menn ikki kunnu geva bróst, so er hetta bert eitt dømi um primitivan hugsunarhátt ? og at teir ikki vilja skilja málið og ikki tora at viðgera málið í tí álvara, tað hevur uppiborið.
Ber ikki til at fáa eitt ára barnburðarfarloyvi við løn í fyrstu atløgu, so eigur hetta at verða gjørt yvir eitt í lógini ásett tíðarskeið. Men tað er av alstórum týdningi, at ein ávísur partur verður til mannin, t. d. tríggir mánaðir. Tekur maðurin ikki tríggjar mánaðir, so eigur kvinnan bert at fáa hinar níggju mánairnar. Á henda hátt fáa vit ment eina hugburðsbroyting, sum førir til javnrættindi, og sum hevur fyriliti fyri tøvrin hjá familjuni.










