Fyrstu tekinini komu longu í fjør, tá fíggjarnevndarformaðurin tók fíggjarmálaráðharran av ræði og minkaði hansara fíggjarlóg munandi. Almenni búskapurin kom tá í ta støðu, at fyrst vórðu tær 366 blokkamilliónirnar skornar burtur, samstundis sum fíggjarlógaruppskotið hjá Karsten Hansen var skert. Hetta hevur ivaleyst hava sterka ávirkan á almenna og privata búskapin.
Nú er so nýggi búskaparligi veruleikin av álvara við at ganga upp fyri landsstýrinum. Í Degi og Viku týskvøldið boðaðu fíggjarnevndarformaður og fíggjarmálaráðharri frá, at nú koma skerjingarnar. Komandi fíggjarlóg fer at hava hall og tí má skerjast. Hetta hendir samstundis sum báðir partar vissa okkum um, at tað framvegis gongur væl ? bara ikki so væl, sum tað hevur gingið. So verður sum vanligt tikið til tey ráð at skera har tað nívir mest t.v.s. at spara á almannaøkinum. Nú skulu menningartarnað, gomul og óhjálpin, ið hava stóran tørv á heimarøkt gjalda fyri tann búskaparpolitikk, ið m.a. merkti eina minking av blokkinum uppá 366 milliónir og skattalættar til tey vælbjargaðu.
Hetta hendir alt meðan menn leggja ætlanir um fleiri yvirtøkur og enn minni blokk. Hetta hongur ikki heilt saman búskaparliga uttan so, at almenna virksemið verður munandi skert. Hetta merkir so aftur, at vandi er fyri, at somu bólkar, tey veikastu, skulu rinda fyri gildið. Hetta er spell, tí ásannast má, at nógv gott er hent hesi seinastu árini, og framgongdin í samfelagnum hevur verið stor. Víst hevur hetta mest verið fiskaprísum og fiskastovnum fyri at takka. Men spell er kortini, at tað nú fer at ganga hinvegin og at teir ráðandi sjálvir tykjast skúgva undir skeivu gongdina.
Sosialurin