Oddagrein· Samanhald og styrki

Finalan um løgmanssteypið 2007 gjørdist søgulig fyri føroyskan fótbólt. Tað var hon longu undan dystinum hjá EB/Streymi, sum fyri fyrstu ferð var partur av finaluni, og við sigrinum skrivaðu teir seg inn í føroysku fótbóltssøgubøkurnar sum eitt av liðunum, ið veruliga hava rokkið tindinum. Og at breiddin í oddinum soleiðis gerst størri, er væl nakað, sum allar fótbóltsføroyar munnu fegnast um.

Og tað er eitt bragd í sjálvum sær. Eitt bragd, sum ikki gerst minni, tá hugsað verður um, hvussu ungt felag EB/Streymur í veruleikanum. Ásannandi at hvørki EB ella Streymur hvør í sínum lagi høvdu stórvegis møguleika at gera seg galdandi í føroyskum fótbólti, kastaðu feløgini fyri 15 árum saman.

Dømini um miseydnaðar samanleggingar innan bæði ítrótt, vinnulív og samfelagið annars eru mong,men EB/Streymur telist so avgjørt ikki millum hesar. Ivaleyst eru orsøkirar fleiri, men ein tann størsta man tó vera, hvussu væl tað hevur eydnast at tæða lokalsamfelagið kring samanleggingina. Úr Kollafirði til Eiðis fær felagið treytaleysan stuðul frá bygdafólkinum, og júst hetta er nakað heilt serligt, um hugsað verður um samanleggingar. At felagið so eisini hevur havt hepna hond í menning síni av spælarum, nakrar evnaríkar spælarar, dugnaligar venjarar og eina hepna hond við at leita sær styrk uttaneftir, eru aðrir lutir. Men uttan tað samanhaldið, sum varð skapt frá fyrsta degi, vildu aðrir lutir ikki borið til. Og tá vit senda eitt hjartaligt tillukku til EB/Streym, er tað ikki minst ein heiðran til hetta samanhald.

Og so prógvaði finalan í gjár, at tað var ein skilagóð avgerð at flyta dystin av Tórsvølli og á ovara vøll í Gundadali. Hvussu víkir og vendir við tignini annars, so er tað ein veruleiki, at føroyskir spælarar hvønn dag spæla á graslíki. Og tí var tað nærum óskiljandi, at kanska mest týðandi dysturin á árinum skuldi spælast á einum púrasta ókendum undirlag.

Hinvegin eigur FSF ikki heilt so nógvar rósur uppiborið fyri vantandi leiksksránna til dystin. Tað tekur í øllum førum nakað av hátíðardáminum, tá áskoðarar skulu rinda 100 kr. fyri at síggja dystin, og ikki fáa somikið sum ein faldara við nøvnunum á spælarunum á liðunum báðum.

 

Sosialurin