Oddagrein:Ráðlegging og framtíðin

Tað er neyvan eindømi fyri Føroyar at settar verða ráð at koma við tilmælum um alskyns mál. Hetta er vanligt í øllum demokratiskum londum. Men nettupp tí ráðgevingin er so týdningarmikil sum grundleggjandi amboð hjá politikarunum, er tað altavgerandi, at fólkini, ið verða vald í nevndir, arbeiðsbólkar og ráð eru so politiskt óheft sum tað nú einaferð ber til.

 


Nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar at seta eitt Mentanarráð javnbjóðis við Búskaparráðið. Hetta verður tilmælt í Mentanarálitinum og er eftir okkara tykki sera skilagott. Landsstýrismaðurin sigur eisini, at hann ætlar eisini at seta fólk at gera tilmæli um mentanarpolitikk í sambandi við oljuvinnu. Eisini skilagott um hetta verður handfarið rætt.


Í hesum sambandi áttu føroyskir myndugleikar og politikarar við løgmanni á odda at tikið upp spurningin at sett eittt nýtt oljuráðleggingarráð, sum kundi havt somu funktión sum tann Oljuráðleggingarnevndin, sum so professionelt og skilagott ráðgav um alla oljutilgongdina fram til loyvisgeving. Sama nevnd gjørdi sær eisini tankar um tíðina eftir møgulig oljufund og er rætt at taka tær frágreiðingar fram aftur nú. Løgmaður nam í nýggjarsrøðu síni við týdningin at handfara hesa nýggju vinnu rætt. Tvs. at forða fyri teimum negativu avleiðingunum av henni. Tí kann eingin vera ósamdur við honum í.


Men kanska átti løgmaður nú, saman við øllum hinum landsstýrismonnunum - tí hetta er eitt mál, sum viðvíkur øllum økjum í samfelagnum - at tikið stig til at sett eitt nýtt oljuráðleggingarráð, sum skal hava til uppgáva at geva myndugleikunum ráð um, hvussu vit bera okkum skilabest at eftir møgulig oljufund. Td. at kunna ráðgeva í spurninginum um tað er rætt at fylgja lógarinnar teksti um, at øll olja skal í land í Føroyum, hvørjar avleiðingar hetta vil fáa bæði umhvørvisliga og sosialt osfr. Mong eru tey, sum siga seg bera ótta fyri nýggju vinnuni. Tað kann man ikki siga tey ring fyri. Tí tað ókenda ber oftani ótryggleika við sær. Men er viljin til steðar, so megna vit eisini hetta. Vit fara tí at ráða løgmanni til at taka hetta stig og skjóta upp, at hann heitir á fyrrverandi formannin í oljuráðleggingarnevndini, Árna Olafsson at átaka sær hesa uppgávu. Hann hevur arbeitt við hesum frá fyrsta degi, hevur tí neyðuga innlitið og haraftrat er hann professionellur og sakligur. Hóskandi kundi løgmaður kunngjørt hetta sama dag hann og oljuráðharrin ? hvør veit ? umborð á Sovereign Explorer ella West Navion - klippa snórin til fyrstu oljuboringina á landgrunninum.


Sosialurin