Tað er ein sannroynd, at tíðir skifta og broytast, og tí sjálvandi slepst ikki undan at hækka upphæddirnar á fíggjarlógini til fleiri av ymsum økjunum. Um landsstýrið heldur, at hetta bara kann gerast við at lækka aðrar útreiðslupostar, so tekur tað so dyggiliga feil.
Eingin ivi er um, at vit komandi dagarnar, tá lokið verður tikið av fíggjarlógarpottinum ella tað fer av av egnari megi, fara at uppliva eitt eljustríð, klandur og rok í samgonguni. Vit hava heldur ikki gloymt, hvat formaðurin í Fíggjarnevndini segði herfyri. Hann gjørdi púra greitt, at hann fór ikki at góðtaka, at landsstýrið kom við eini eykajáttanarlóg fyri og aðrari eftir. Tvs. at fer landsstýrið nú at seta propp í og harvið forða fyri, at tey ymsu økini í samfelagnum fáa størri upphæddir til rakstur av einum og øðrum slag, og fíggjarnevndarformaðurin heldur fast um avgerðina ikki at loyva fleiri eykajáttanum út yvir árið, so merkir tað í veruleikanum, kaos og kríggj í allari skipanini. Og tað verða mongu niðurpíndu økinini frá kreppuárunum, sum helst koma at merkja hetta meinast.
Andstøðan hevur eina stóra ábyrgd her at tryggja sær, at ikki mong týðandi samfelagshjól rusta ella stegða upp. Hækkandi játtanir eru í veruleikanum í mongum førum tað sama sum at smyrja samfelagshjólini, sum tá kunnu halda fram at koyra við somu ferð. Eitt annað mál er so íløgurnar, sum krevjast sohvørt samfelagshjólini eldast og treingjast til umvælingar ella til at skiftast út. Andstøðan má taka umrøddu ávaringar í størsta álvara.
Og tað er eisini rætt yvirfyri veljarunum aftur og aftur at minna á, at landsstýrisflokkarnir sjálvir eru atvoldin til, at vit koma í eina ringa og ómøguliga støðu. Teir kutaðu 360 mill. kr. av blokkinum í nærum ovfarakæti. Rætt er at minka blokkin og gera okkum minni bundnar av fremmandum pengum, men hetta átti at verið gjørdi í fleiri stigum. Nú vil so tíðin vísa, um blokkkutanin ikki er rís til egna r??hjá samgonguni. Men í síðsta enda ein vanlukka fyri alt samfelagið.
Sosialurin









