Oddagrein· Oljuleitingin – eitt ljós í myrkurinum

Mánadagin fer Jarðfeingi at lata loyvini í 3. útbjóðing. Einki av hesum loyvum ber kortini við sær boring. Kortini eru tey týðandi signal til okkum sjálvi og umheimin um, at her hendir nakað, at føroyska undirgrundin framvegis stendur ovarliga á breddanum hjá stóru altjóða oljufeløgum – og ikki minst – hjá okkara egnu myndugleikum. Feløgini fáa loyvi at gera ymsar kanningar, áðrenn tey so innan ávíst áramál skulu taka avgerð um, antin tey vilja fara víðari og bora brunnar. Spennandi verður at frætta, hvar loyvini liggja og hvussu stóran part av landgrunninum tey dekka.

Tann heilt stóri spenningurin í sambandi við føroyska oljuleiting er kortini ikki so nógv 3. útbjóðing sum tann ítøkiligi Anne Marie brunnurin, ið verður boraður í summar. Tað er italska oljufelagið ENI, sum stendur á odda fyri hesum brunni, ið verður tann sjeyndi á landgrunninum. Umboð fyri feløgini, sum eru við í boriætlanini, høvdu fund í Føroyum herfyri fyri at fáa enn fleiri brikkar í tí stóra og álvarsliga puslispælinum uppá pláss. Eitt nú varð vitjað í útgerðarhavnini í Runavík, sum enn einaferð verður útgerðarhavn fyri eina oljuboring á landgrunninum. Umframt ENI eru eisini Faroe Petroleum og Sieco við.

 

Nú tosað verður um truplari tíðir í Føroyum eru komandi brunnar, sum verða boraðir á landgrunninum, avgjørt nakað, sum eiga at geva okkum eina vón, teir hava ein psykologiskan týdning í eini annars heldur dapurskygdari tíð, tó at teir ikki eru nakað, sum vit skulu taka við í okkara framtíðar búskaparligu metingar. Anne Marie brunnurin og eisini 3. útbjóðing kunnu tó minna okkum á, at tað kunnu goyma seg virði í undirgrundini, sum kunnu vera við til at skapa bjartskygni, menning og loksins virksemi. Júst á sama hátt sum tá vit fóru til havs á sinni at leita eftir tá ókendum ella ótroyttum fiskasløgum, laksi, rækjum og svartkjafti.

 

Hóast vit enn einki prógv hava fyri, at olja finst í rakstrarverdugum nøgdum her, so hava vit kortini fleiri ítøkilig tekin um, at hetta er ein møguleiki. So tætt upp at okkara marki finst oljan, at sannlíkið fyri at hon eisini finst her hjá okkum er rættiliga stór. Men royndir aðrastaðni hava lært okkum, at tað tekur tíð, og at hepni skal eisini til, áðrenn tú rakar í blett. Latið okkum gleðast um, at loyvi enn einaferð verða latin oljufeløgum nú mánadagin. Uttan at taka nakað frá nøkrum, so kunnu vit tó staðfesta, at norska StatoilHydro hevur tikið yvir leiklutin sum drívandi lokomotivið á Føroyaøkinum. Talan er um eitt professionelt felag við neyðugu fíggjarligu orkuni og ikki minst við neyðugu tøkniligu vitanini og royndunum, sum nú kunnu koma Føroyum til góða. Uttan at taka munnin ov fullan, so eiga vit eisini at síggja oljuleitingina sum eitt ljós í myrkurinum. Fyrst var tað Eyðun Elltør. Síðani var tað Bjarni Djurholm. Nú er tað Johan Dahl, sum sleppur at seta hol á enn eitt týðandi kapittul í føroyskari oljusøgu. Góða eydnu.

 

Sosialurin