Nú vóru atfinningarnar ikki heilt rættvísar, tí nøkur øki hava fingið økta játtan seinastu árini, víst so, men hinvegin mugu vit ásanna, at nakað er um atfinningarnar. Støðan er vánalig, og hetta er ikki orsakað av, at okkara politikkarar ikki skilja týdningin av mentan og list. Taka vit Visjón 2015, so er mestsum eingin endi á vælvildini, og her kann ein eisini staðfesta eina púra greiða fatan av tí týdningi, sum politikkkarar meta mentan og list at hava fyri borgaran, fyri búskapin og fyri trivnaðin í okkara samfelag. Eru orðaskifti á løgtingi, har nomið verður við mentanarspurningar, eru tingmenn sera jaligir og á einum máli um, at tað almenna skal stuðla mentan og list. Men tá so fíggjarlógaruppskotið eftirfylgjandi kemur á tingborð, sæst lítið og einki til vælvild og føgur orð. Tey vóru bert føgur orð!
Hvat er tað so, sum er galið? Hví lekur millum teori og praksis? Hetta má hava nakað við raðfestingar at gera. Tá tykist, sum mentan og list eru fastir taparar, tá ein samgonga skal semjast um fíggjarlógaruppskotið. Øll vita, at eitt fíggjarlógaruppskot verður til sum úrslit av drúgvari togan millum landsstýrismenn, flokkar og embætisfólk. Tann, sum hevur síðsta og avgerandi orðið, er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Tað er sostatt ikki nóg mikið, at ein landsstýrismaður í mentamálum raðfestir stuðulin til mentan og list. Um fíggjarmálaaharrin ikki hevur somu raðfesting, so verður mentanin taparin – og taparin hevur hon verið so langt, vit kunnu minnast. Tað harða vinnur á tí bleyta. Hetta kann ikki halda fram, og tí hava mentafólkini, listafólkini og samfelagið alt krav uppá, at mentan framyvir verður raðfest. Tað skuldi ikki verið neyðugt mótvegis eitt nú verandi samgonguflokkum at grundgivið fyri slíkari raðfesting. Hesir flokkar kunnu jú bara lesa teirra egnu Visjón 2015, har tað væl og virðiliga er staðfest, at mentan og mentanarpolitikkur bæði loysa seg búskaparliga og eru ein meginfortreyt fyri menning, vælferð og trivnaði.
Sosialurin










