Oddagrein· Menningarhjálp og handilssamband

Tað er gleðiligt, at Løgmaður nú setur menningarhjálpina á dagsskrá. Føroyingar hava latið menningarhjálp í nógv ár, men vit hava í høvuðsheitinum latið hana ígjøgnum útlendskar felagsskapir, tað vil sig, at vit oftast ikki sjálv eru komin í samband við endamóttakaran.

Løgtingið skal nú umrøða, hvussu menningarhjálp skal latast. Sum orðið menningarhjálp sigur, so eiga vit at leggja dentin á at menna ein førleika í móttakaralandinum. Um vit skulu menna ein førleika, so mugu vit finna eitt øki, har vit føroyingar duga betur enn móttakarin.

Nú er upphæddin, sum vit í løtuni lata ikki høg nokk til at spreiða okkum yvir ov nógv øki, men tað er rætt, sum Høgni Hoydal førdi fram í kjaki herfyri, at man kanska eisini burdi satsað uppá undirvísing og heilsuverk, um vit, væl at merkja, halda, at vit duga nóg væl á hesum økjum.

Tað, sum Føroya Landsstýri hevur í umbúnað í Peru, tykist verða ein skilagóð ætlan. Talan er um eitt samstarv innan øki, har vit hava nakað at geva. Tað er týdningarmikið, at tann relativt lítla upphædd, vit lata í løtuni, verður brúkt á ein fokuseraðan hátt. Vit kunnu altíð víðka menningarhjálp til útbúgving o.s.fr., men tá eiga tinglimir at fáa at vita, at pengarnir mugu fylgja við.

Tað hevur verið framstillað í fjølmiðlum og millum politikarar sum nakað ivasamt, at vinnufyritøkur kunnu fáa nakað burturúr menningarhjálp. Tað er einki odiøst í hesum. Menningarhjálp er hjálp til menning og ikki neyðhjálp. Talan eigur at verða um projekt, sum leggja nakað varandi eftir seg í móttakaralandinum. Ein og hvør partur í einari sovorðnari ætlan fær nakað burturúr. Ein føroysk fyritøka, sum er við í einum menningarprojekti fær kunnleika um tað at arbeiða í menningarlondum. Hetta hava føroyskar fyritøkur longu sum er royndir av, í sambandi við at tær hava luttikið í Danida projektum i eitt nú Afrika. Eitt, við nøkrum fáum undantøkum, innatlítandi vinnulív sum tað føroyska hevur bara gott av at luttaka í menningarhjálp. Hesar fyritøkur mugu sjálvandi betalast fyri sítt arbeiði, tí fólk mugu fáa løn, og er tað her tað almenna skal skipa fyri. Fáa hesar fyritøkur so aftaná handilssamband til móttakaralandið og øvugt, so hava øll vunnið.

Tað er púra misskilt, at menningarhjálp endiliga ikki má geva gevaranum nakað. So leingi móttakariin fær tað, hann skal, so er tað bara ein eykavinningur, at gevarin eisini fært nakað burturúr, Tað er beinleiðis fordummandi at føra fram, at menningarhjálp endiliga ikki má føra til handilssamband millum móttakara og gevara. Handilssamband er neyðugt fyri øll lond  eisini menningarlond. Føroyingar handla sum er við Nigeria, og tað er ein grov undirmeting av menningarlondum, ið bert byggir á óvitinheit, tá man gongur út frá, at tað ikki tænir móttakaralandsins áhugamálum at hava handilssamband við so nógv lond sum møguligt. Men hvussu og ikki, so er tað bæði gott og sunt, at vit fáa eitt aðalorðaskifti um slikt mál.

Sosialurin