So kunnu vit spyrja, hvussu landsstýrið hevur tæðað undan samráðingunum? Eisini kunu vit spyrja, um landsstýrið hevur sýnt, at tað lærdi nakað av seinastu samráðingunum, sum endaðu í einum longum verkfalli á almenna arbeiðsmarknaðinum?
Svarið er, at landsstýrið hevur helst einki lisið í sól og mána, og landsstýrið tykist einki at hava lært nakað av seinastu samráðingum.
Lønarspurningurin hongur næstan eina og aleina saman við, hvussu nógv fólk hevur at liva fyri. Tá føroyingurin rindar nógv í skatti og avgjøldum er lítið eftir. Tí økjast lønarkrøvini. Her skal einaferð afturat sláast fast, at samráðingar eru ikki spurningurin skatta- ella avgjaldslætta, men ein spurningurin um løn. Men tað skerst ikki burtur, at hevði samgongan sæð skriftina á vegginum og lækkað tað órímiliga høga skatta- og avgjaldstrýstið, høvdu lønarkørvini óivað verið lægri.
Veruleikin er tann, at hvørki láglønarfamiljur ella familjur við meðalinntøku fáa endarnar at røkka saman. Ráðini eru ikki til annað enn mat í munnin. Lítil og eingin peningur er til viðlíkahald, og tær flestu familjur mugu raðfesta, hvørjar rokningar skulu gjaldast henda mánaðin og hvørjar kunnu bíða til februar ella mars.
Nú í vetur var landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tvingaður til at lata ein skattalætta til láglønarbólkin, men hann er so lítil, at tað røkkur bara til ein hálvan oljutanga!
Taka vit so arbeiðsmarknaðarpolitikkin hjá landsstýrinum, so hevur landsstýrið tæðað væl fyri ósemju við at royna at fáa eina høvuðsavtalu, sum fakfeløg ikki vilja vit av, og ein arbeiðsrætt (les arbeiðsgevararætt) gjøgnum bakdyrnar!
Harafturat hevur landsstýrið ikki megnað at fáa eitt prístal tøkt til samráðingarnar. Tá fakfeløgini seinast vístu á, at reallønin var lækkað so og so nógv, svaraði landsstýroð aftur, at tølini vóru ikki haldgóð, tí vit høvdu ikki nakrar prístalsútrokningar. Ein prístalsútrokningarskipan skuldi gerast beinanvegin. Men hóast tey ár eru gingin, so er skipanin ikki liðug. Landsstýrið kann tí ikki fáa annað enn dumpikarakter!
Vit hava ikki ráð til verkføll og vit skuldu helst varðeitt okkara góða kappingarføri, men sitandi landsstýrið slóðar væl fyri ósemjum á arbeiðsmarknaðinum og kann koma okkara annars góða kappingarføri í vanda.
Sosialurin










