Oddagrein· Land og kommunur

Stórar broytingar eru í ferð við at henda á kommunala økinum. Kommunur leggja saman, kommunur samstarva um ávísar uppgávur og kommunur átaka sær nýggjar uppgávur. Nógv áhugaverd initiativ koma frá kommunum ella kommunalum felagsskapum. Hitt mest kenda dømið man vera SEV, ið var eitt kommunalt initiativ, sum broytti allar Føroyar. Onnur dømi eru IRF og tunnilin undir Vestmannasundi, ið upprunaliga var eitt átak hjá felagskommuni í Vágum

.

Eitt rák, ið alt meira hevur gjørt seg galdandi seinastu árini, snýr seg um at flyta uppgávur frá landi til kommunur. Fyri nøkrum árum siðan var tað umvent: tá vórðu kommunalar uppgávur fluttar frá kommunum til landsmyndugleikarnar. Eitt dømi um hetta rákið er, at nógvir kommunalir vegir gjørdust landsvegir. Men nú er rákið sum sagt hetta, at stórar og tungar uppgávur eru ella fara at verða fluttar frá landi til kommunur. Barnaansingin er flutt, og ásannast má, at henda flyting yvirhøvur hevur eydnast væl. Tað næsta, ið verður flutt, er eldraøkið, og so eigur skúlin tørn. Tað má ásannast, at virksemi, ið nemur við gerandisdag og lív borgarans eigur at vera so nær borgaranum sum møguligt. Í so máta kunnu góðar grundir vera til at flyta ábyrgd og fyrisiting frá landi til kommunur.

Men hesin politikkur krevur, at allar fortreytir eru í lagi. Hetta merkir, at talan má vera um uppgávur, ið egna seg til at leggja út, og at kommunurnar hava fíggjarliga orku og fyrisitingarliga at reka tær verða lagdar út. Hetta merkir so aftur, at landið eigur ikki at leggja uppgávur út bert fyri at spara landskassanum pening. Flyting av uppgávum frá landi til kommunur eigur bert at vera gjørd við tí fyri eyga at veita borgarunum betri tænastur. Landsmyndugleikarnir eiga tí at vera varnir í sínum politikki at flyta uppgávur, eins og kommunurnar eiga at vera varnar tá teimum verða álagdar nýggjar uppgávur. Hetta merkir so aftur, at landsmyndugleikarnir ikki eiga at smoyggja loysnir niður yvir kommunurnar. Heldur eiga landsmyndugleikarnir at samráðast við Kommunusamskipanina og Kommunufelagið um eina langtíðarætlan fyri tær útleggingar, sum talan kann verða um í framtíðini, soleiðis at kommunurnar altíð vita, hvar tær flóta.

Sosialurin