Oddagrein· Kommunal vaktarskifti

Á nýggjárinum tóku tey nýggju kommunustýrini við. Tað merkir eisini, at í fleiri kommunum settu nýggir borgarstjórar seg fyri fyrstu ferð í henda sessin mánadagin. Í stórum kommunum sum Tórshavnar kommunu, Vágs kommunu og Vestmanna kommunu eru nýggir borgarstjórar og teir koma eftir rættiliga markantar borgarstjórar, ikki minst í Vági og í Vestmanna, har somu borgarstjórar hava sitið í 12 ár.

Kvinnurnar komu til í Vestmanna, helst tí stýringin hevði ikki verið nóg góð. Tær fingu rættað kommunalu skútuna upp aftur fíggjarliga, men nú hildu so vestmenningar óivað, at onnur skuldu koma til, og tað varð so eisini úrslitið á valinum. Hvussu tað fer at gagnast teimum nýggju, fer so tíðin at vísa.

Í Vági hevur tjóðveldisflokkurin havt leiðsluna seinastu 24 árini, og Jógvan Krosslá kom til, tá alt lá í andaleypi í ringastu kreppuárunum. Ein stór kommunuskuld avmarkaði kommunala sjálvstýrið og sjálvsavgerðarrættin, men tað er eydnast við avtalum at lækka kommunuskuldina so mikið nógv, at nú sær ljósari út framman fyri stavn í kommunalum høpi.

Men tá tað er sagt, so skal leggjast afturat, at fíggjarliga og vinnuliga støðan í Vági - og í sunnaru helvt í Suðuroynni - er út av vánalig og tað er í sjálvaum sær ein stór avbjóðing hjá tí nýggja kommunustýrinum í Vági við tí fyrsta kvinnuliga borgarstjóranum, Kirsten Strøm Bech, á odda.

Hóast tað er avmarkað, hvussu nógv ein kommuna kann gera vinnuliga, so er neyðugt hjá Vágs kommunu at slóða fyri og gera karmarnar, so vinnulívið í bygdini aftur fæst á føtur av álvara. Her er flakavirkið óivað ein hornasteinur. Virkið, sum var eitt tað fremsta í Norðurøvum, lat ikki upp aftur, tá Fiskavirking varð skipað. Hóast nógvar áheitanir, samtalur og royndir er tað framvegis ikki eydnast at fáa gongd á aftur. Í løtuni eru útlitini ikki góð, men føroyska samfelagið kann ikki bara hyggja at, meðan ein heilur landslutur nærmast bløðir út. Í hesum arbeiði má nýggja býráðið í Vági fáa fullan stuðul frá landsins myndugleikum.

Í Havn verður eisini eitt "maktskifti", um vit so kunnu siga. Sum høvuðsstaður hevur Havnin verið nógv frammi, ikki minst samgonguavtalurnar eftir síðsta val, so vit skulu ikki dvølja so nógv hetta hetta kommunuskiftið. Men vónandi fáa vit betri skil á í høvuðsstaðnum, so vit sleppa undan málunum um gloymdar byggisamtyktir, broyttar byggisamtyktir, átalum frá umboðsmanninum tí býráðið vildi ikki lata alment innlit, og sleppa undan vina- og kenningapolitikki, sum er órættvísi av ringasta slag og oyðileggjandi fyri eina bygd ella ein bý.

At enda ynskja vit teimum nýggju kommunustýrinum og borgarstjórunum eydnu og góðan byr til frama fyri borgararnar.

Sosialurin