ODDAGREIN: Ókeypis vælferð frá Malenu

Í blaðnum í dag fortelja vit søguna um Ólav Eliassen, sum hevur ser­ligan tørv. Almenna tilboðið til unga mannin var so mikið vánaligt fyri hann, at bikarið fleyt yvir hjá Malenu Arnholdsdóttir, ið lat móð­ir­kensl­una ráða og tók vaksna son­in heim til sín at búgva.

Í dag, fýra og eitt hálvt ár seinni, er hon um at hokna undir fíggj­arligu avleiðingunum av hesi av­gerð. Fýra ár uttan eina krónu í inn­tøku seta síni spor hjá 61 ára gomlu kvinnuni.

Almennu Føroyar hava eina skip­an, har eitt stovnstilboð er ein­asta loysnin fyri Ólav og fólk í somu støðu. Hóast stovnsplássið kost­ar umleið eina millión um árið. Og hóast stovnsplássið mangan ikki er nøktandi fyri tørvin hjá tí ein­staka.

Okkara grannalond hava í áravís ar­beitt við einum alternativi, sum á fakmáli nevnist Brúkarastýrd Per­sónlig Atstøða. Tað merkir í stutt­um, at brúkarin sjálvur er við til at velja sítt tilboð. Tað merkir, at Mal­ena kundi verið sett í starv av tí al­menna fyri at taka sær av sínum vaksna soni. Hon kundi tí fingið løn fyri tað arbeiði, sum hon í dag ger ó­keyp­is fyri tað almenna.

Men í Føroyum er ikki lóg­ar­heim­ild til at veita fíggjarliga hjálp til tey, ið átaka sær uppgávuna at taka sær av einum fólki, ið er mill­um 18 og 67 ár. Javni eftirlýsir eina broyt­ing, landsstýriskvinnan sigur seg arbeiða við málinum, men einki hend­ir.

Løgtingið hevur samtykt ST-sátt­málan um rættindi hjá teimum, ið bera brek. Við samtyktini sigur løg­tingið seg taka undir við, at all­ir borgarar skulu sleppa at velja sær sín bústað og velja, hvar og sam­an við hvørjum, tey vilja liva. Løg­ting­ið hevur bundið seg til at hjálpa familjum í somu støðu sum fam­ilj­an, ið fortelir sína søgu í blaðnum í­dag.

ST-sáttmálin kom í gildi fyri Før­oy­ar í 2009. Men nú 2013 fer at halla er støðan óbroytt. Væl­fer­ð­ar­sam­fel­ag­ið Føroyar dúvar framvegis upp á móð­ir­kensl­una hjá Malenu, sum loft­a­r tí uppgávu, sum tað almenna ikki megnar at lyfta.

Vónandi er tað ikki so, at al­mennu Føroyar gera sær dælt av støð­uni. Tí fyri Malenu er einki alt­er­n­a­tiv. Almennu Føroyar eiga at lofta fólki við serligum tørvi, tá tey ger­ast 18 ár. Men almennu Føroyar hava einki nøktandi tilboð til Ólav og onn­­ur í somu støðu. Tí dúva vit fram­­v­eg­is uppá ókeypis vælferð frá Mal­enu. Hvussu leingi kann eitt væl­ferð­ar­sam­fel­ag gera tað?