Oddagrein·Karsten Hansen og tann sokallaði skattalættin

Samgongan hevur lovað ein skattalætta. Hvat er endamálið við einum skattalætta? Samgongan hevur sagt, at hon vil lætta um hjá borgarnum við einum skattalætta, so at tað skal gerast meira hugaligt at arbeiða. Hesum endamáli kunnu øll ivaleyst taka undir við. Hvat ger so Karsten Hansen?

Hann boðar frá, at skattalættin skal figgjast við afturhaldi í lønum og øktum avgjaldsbyrðum á arbeiðsmarknaðinum. Hann ætlar sær við øðrum orðum at geva við einari hond fyri at taka tað sama aftur við hinari hondini. Er tað løgið, at okkara umsiting er vorðin ov dýr? Tað er stórt spill av skattgjaldarans peningi, um man skal brúka tíð og pengar úti í Fíggjarmálastýrinum fyri at uppfinna ein skipan, ið skal innkrevja tað sama, ið man letur í skattalætta.

Hví sigur Karsten Hansen ikki bara sum er? Tað er ikki ráð til at lata skattalætta í løtuni. Nú síggja vit, hvat gyltu lyftini vóru verd um, at blokkurin kundi skerast niður við næstan 400 milliónum uttan at tað skuldi merkjast. Man segði seg enntá hava ráð til blokkniðurskurð og skattalætta! Nú síggja vit, at veljarin, sum ikki einaferð, er drigin uppá tráð í hesum máli.

Vit hava eina fíggjarlóg, ið ikki hongur saman, og tosað verður um fleiri hundrað milliónir í almennum sparingum. Hetta er einki nýtt. Andstøðan ávaraði trúliga móti stóra blokkniðurskurðinum, men samgongan var hvørki til at høgga ella stinga í. Serliga tyktist Tjóðveldisflokkurin verða heilt immunur yvirfyri væl grundaðari búskaparligari argumentatión frá andstøðuni, og úrslitið síggja vit í dag. Og so tosa teir entá um at fremja fleiri skerjingar í blokkinum skjótast.

Hvønn skaða hevði tað gjørt, um Tjóðveldisflokkurin hevði tikið undir við einum blokkniðurskurði uppá 100 milliónir, soleiðis sum Javnaðarflokkurin skeyt upp? Tað hevði verið ein nógv hóvligari gongd, og so sat man ikki við einari slíkari mangulfullari fíggjarlóg i dag. Eitt er vist, og tað er, at føroyskt sjálvbjargni er sett nógv ár aftur í tíðina vegna forstokkutheit og manglandi búskaparligari jørðkontakt.

Tað hevur ikki skortað uppá ávaringar frá kvalificeraðum fólki, men tiverri hevur tað víst seg, at allur konstruktivur kritikkur hevur verið kveistraður burtur við ákærum um ?svart omaná svart? og ?partapolitiskum tvassaríi?. Gamla orðatakið sigur, at skjótt er skitið verk, og tað mugu vit og ikki minst Karsten Hansen ásanna í dag.

Sosialurin