Oddagrein: Kann fara at standa á gomlum nøglum

Vantandi viljin kann gerast boomerangur

Helst kunnu flestu tingfólk taka undir við teimum broytigum, sum samgongan ætlar at gera í foreldramyndugleikalógini, sum treingir ábøtur.

 

Men tað sum kann fara at volda sam­gong­uni trupulleikar er viljin hjá samgonguni til at ganga ímóti teimum samkyndu og ikki geva sam­kynd­um foreldrum somu rættindi sum hins­kynd foreldur.

 

Løgmaður hevur malið sum hundur um heitan greyt – har er nógv uttanumtos. Hann veit, at tað liggur eitt trýst á honum at geva fólki hesi rættindi – samstundis sum hann veit, at til­veru­grund­ar­lagið hjá fleiri av sam­gong­u­fel­øg­um hans­ara júst er at vera ímóti teim­um sam­kyndu og ikki geva teim­um nøk­ur rættindi. Miðflokkurin ikki kann góð­taka nøkur slík stig. Heldur ikki menn sum lov­aðu at rulla hjúnabandslógina aftur, fingu teir makt sum teir høvdu akt. Maktina fingu teir, men lyftini hava teir svikið. 

 

Tí tað vóru helst bara lótir, tá menn lov­aðu at rulla hjúnabandslógina aftur. Tað ber ikki til, og tí liggur eitt støðugt trýst á sam­gong­una um at fáa hesi viðurskifti upp á pláss.

 

Staðfestast má, at vit hava eina homo­foba samgongu við einum undantaki. Tað kunnu vera ein ella tvær atkvøður afturat. Í andstøðuni er støðan tann øvugta. Tí kann tað fara at standa á gomlum nøglum, tá atkvøðast skal um lógaruppskotið í heyst.

 

Johan Dahl stendur við sítt og fer at at­kvøða við and­støðuni, um broytingaruppskot kem­ur. Tað merkir, at Kristin Michelsen so at­køvður við samgonguni. Tí verður tað upp til ann­að­hvørt Anniku Olsen ella Erhard Jo­en­sen at gera av, um samkynd foreldur skulu fáa hesi rættindi. Tey sita í sessum hjá øðr­um, og tað kann leggja bond á atkvøðuna.

 

Teir, sum vilja bakka aftur og nokta sam­kynd­um at giftast, mugu bíta í grasið. Succes-kri­ter­i­ið man tó bara vera at larma við mál­i­num í eina tíð. Tað snýr seg meira um at skapa øs­ing, tí júst tað er grundarlagið undir víð­gongd­um politikki – at øsa fólk upp í varg um eym mál. Í Føroyum hevur tað verið nakað so banalt sum fosturtøka, javnstøðulóg og rættindi til samkynd. Fosturtøkuna tosa vit ikki so nógv um, helst tí at avbjóðingarnar er mink­andi. Javnstøðulóguna fingu vit hóast fleiri ára seinking – uttan at heimurin gekk undir, og tey samkyndu hava fingið nøkur grund­leggjandi rættindi – uttan at vit liðu somu lagnu sum tey í Sodoma og Gomorra. 

 

So ting broytast. Meðan summi spenna í­móti, trýsta onnur fram. Soleiðis fáa vit kanska eitt litfagrari samfelag.