Nú er tað einki nýtt í tí, at oljufeløg og fyri tað vinnufyritøkur sum heild lata stuðul til mentanarlig tiltøk. Tað nýggja í hesum er so, at føroyska oljufelagið fer undir framleiðslu í bretskum øki í næstu framtíð og í tí sambandinum letur inntøkurnar frá teimum fyrstu 1000 tunnunum av olju til hetta serstaka mentanarliga tiltakið. Hetta er so eisini í tráð við ynskið hjá einum av okkara mentanarfólkum, Gunnari Hoydal, rithøvunda, sum nøkur ár herfyri helt fyri, at ein komandi føroysk oljuvinna átti at seta sær sum mál at lata inntøkurnar, sum svara til ein pott av olju av hvørjari framleiddari tunnu av olju, til føroysku mentanina. Hvør veit, kanska hetta hetta átakið hjá føroyska oljufelagnum er ein staðfesting ella byrjan í so máta.
Felagið hevur annars fyri kortum verið úti eftir meiri partapeningi millum føroyingar og útlendingar til nettupp at kunna fara undir umrøddu framleiðslu. Ein kann so eisini siga, at avgerðin at lata pengar til eina føroyska operu er tøkk fyri tann áhuga, sum er vístur AP og tess komandi virksemi.
Í sambandi við at tíðindini um stuðulin komu alment fram takkaði ein av oddamonnunum aftanfyri tónleikatiltakið, Sunleif Rasmussen fyri stuðulin og helt fyri, at tað má sigast at vera ávíst samband millum oljufeløg og list, tí bæði alla tíðina royna at finna nýggjar leiðir. Hann helt tað eisini vera víðskygt av einum oljufelag at lata slíkan stuðul. Tað vísir vit hava vinnulívsfólk, sum hava áræði segði hann á kunnandi fundinum um tiltakið.
Operain, sum talan er um, verður framførd í Norðurlandahúsinum 12. oktober.
Sosialurin










