Síðani Jørgen Niclasen gjørdist uttanríkisráðharri, hevur Vágaportalurin fylgt gjølla við Uttanríkisráðnum, og eftir rumblið um aðalstjóran – og serliga eftir at Jørgen Niclasen legði frá sær sum uttanríkisráðharri, hevur mangt og hvat likið úr ráðnum tann vegin.
Tann síðsta avdúkingin úr hesum tætta tilknýti er um hetta keypið, sum Uttanríkisráðið hevur gjørt í tøkum tíma fyri at brúka játtanina upp á eina millión, sum annars hevði verið strikað.
Latið okkum sláa rimmarfast, at tað er sera, sera áhugavert, at slíkt kemur fram í fjølmiðlunum. Men spell er tað, um slíkar søgur verða plantaðar fyri tæna ávísum politiskum endamálum.
Tað sum kortini er so ræðandi við hesum er, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við ábyrgd av hesi milliónini triðja jóladag í fjør – trínur fram í útvarpinum og turkar alla ábyrgdina yvir á embætisfólkini í Uttanríkisráðnum. Harvið gevur hann fyrst og fremst Herlufi Sigvaldson, aðalstjóra, og Gunnari Toftegaard, deildarstjóra, sum hann sjálvur kroysti í aðalstjórastarvið, ábyrgdina. Men er tað ikki landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgd av slíkum?
Er tað veruliga so galið, at vit hava landsstýrisfólk – við landsstýrismannaábyrgd – sitandi, sum ikki hava ánilsi fyri, hvat pengarnir í ráðnum verða brúktir til? Kann tað virkuliga bera til, at ein ordri upp á eina millión fer úr einum aðalráð, uttan at landsstýrismaðurin setir sína undirskrift á? Tá fyrrverandi landsstýrismaðurin sigur, at hann als onga ávirkan hevur á, hvussu pengarnir í ráðnum verða brúktir, so er okkurt spinnandi galið í landsstýrinum.
Tann nátúrligi spurningurin er, um ein slík hending ikki átti at ført til, at landsstýrismaðurin fekk sekkin. Ella hevur Kaj Leo Johannesen púrasta mist tamarhaldið á øllum – ella hava vit bara reint anarki í almennu umsitingini?
Tað eru okkara pengar, tit umsita. Tað allar minsta, vit krevja, er at vit hava ein løgmann og landsstýrisfólk, sum eru sína uppgávu vaksin og sum ikki lata tað upp í hendurnar á tilvildarligum krakkum í almennu umsitingini at brúka milliónir til onga nyttu.
Søgan hjá Jørgeni Niclasen vísir okkum, at øll landsstýrisfólk ikki hava hetta álit.