Oddagrein· Ivasamt endamál

Reyðabók hevur vakt ans ikki so nógv fyri innihaldið sum fyri sína tørvandi fakligu dygd. Einum nýtist ikki at vera søgufrøðingur enn minni professari fyri at síggja, at her er ymiskt, sum ikki fakliga stendur mát. Alt ov nógv verður til gitingar, samstundis sum víst verður til, at ávís skjalasøvn eru afturlatin fyri høvundanum. Hartil kemur, at útveljingin og viðgerðin av føroyska tilfarinum er milt sagt margháttlig. Tað er vánaligt vísindaligt háttalag at gita og entá gita seg fram til tað svar, ein ynskir sær ella enn verri: tað svar, sum eins politiski arbeiðsgevari helst vil hava.

Tað er tí neyðugt at spyrja, hvat endamálið er við hesi ritgerð. Tað kundi tókst, sum eitt endamálið er at peika út eina røð av syndabukkum á føroyska vinstravonginum. Tað er eitt óhugnaligt samanfall millum tey nøvn, sum koma fyri í Reyðubók og so tey fólk, sum áhaldandi vórðu fyri ágangi í Dagblaðnum í sjeyti og áttatíárunum. Hvat er endamálið við hesum? Hvat skuldi fyrrverandi løgmaður nýta hetta til? Hví setti fyrrverandi løgmaður hesa rannsókn í verk? Hann, sum annars ikki er kendur fyri at leggja fólki fortíðina til last, mátti vita, at arbeiðssetningurin kundi koma at føra til, at vinstrahallir føroyingar fóru at vera stigmatiseraðir.

Sostatt má áhaldandi spyrjast, hvat var endamálið? Tey, sum duga nútímans søgu, hava hoyrt um Macartyismuna í USA. Hetta var ein herferð móti vintsrahallum, intellektuellum og listafólkum. Mest navnframu offrini vóru Chaplin og Oppenheimer (hann við atombumbuni) fyri ikki at tala um hjúnini Rosenberg, sum endaðu sínar dagar í elektriska stólinum. Víst hevði henda herferð til endamáls at knasa amerikanska vinstarvongin, men aðalendamálið var at fremja politisku starvsleiðina hjá Macharty senatori og Nixon. Við at skapa eina ógvusliga og hóttandi fíggindamynd, skuldu politisku málini fremjast. Var tað veruliga so, at fráfarna samgonga, sum bílegði hesa margháttligu rapport, ætlaði at nýta hana sum politiskt vápn? Her eru nógvir ósvaraðir spurningar og fara vit at venda aftur til málið seinni.

Sosialurin