Oddagrein· Ikki hevnd men rættvísi

Ein av heimsins mætastu antinazistum, Simon Wiesenthal, er deyður 96 ára gamal. Hann var føddur 1908 í eini bygd í Eysturríki og kom frá fyrsta degi av at kenna antisemitismuna uppá sín kropp. Hann yvirlivdi á undurfullan hátt uppihaldi í ikki minni enn 12 kz legum og slapp í 1945 livandi út úr Mauthausen, ið var ein av teimum ræðuligastu legunum. Wiesenthal gjørdist skjótt eitt livandi hugtak við tað, at hann beint eftir stríðslok fór undir at jagstra teir verstu nazi brotsmennininar, sum vóru sloppnir til rýmingar.

Eftir stríðslok arbeiddi hann á eini amerikanskari dokumentatiónsmiðstøð. Har gekk tað av álvara upp fyri honum, hvussu ræðulig og umfatandi týningin av fóki hansara hevði verið í Nazitýsklandi og í hersettu londunum serstakliga eystanfyri eitt nú Póllandi. Wiesenthal øtaðist yvir ta líkasælu, ið valdaði og hann var sera harmur um, at áhugin fyri at gera upp við nazismuna ikki var størri í eftirkrígstíðini. Hann fór tí undir eitt miðvíst kanningararbeiði at leita upp allar teir verstu nazibrotsmenninar fyri at fáa teir fyri rættin. Hetta starv hansara eydnaðist framúr væl. Honum eydnaðist at finna heilt nógvar av teimum vestu brotsmonnunum og síggja til, at teir komu fyri rættin.

Wiesenthal var onga løtu yvirtikin av hevndarhugi, Hann vildi júst ikki hava hevnd, men hann vildi hava rættvísi. Við at tryggja at rættvísin sigraði vildi hann tryggja øllum teimum milliónunum, sum nazistarnir týndu, uppreisn. Hann var ein maður, sum mangan nógv rok var um, og hann var ofta í stríð við sítt egna fólk. Hann var sera atfinningarsamur mótvegis statinum Ísrael, og mælti staðiliga til sótt og semju heldur enn til stríð. Hann var ein stórur humanistur og ein framúrskarandi rithøvundur og eftirmæli hansara verður uttan iva, at hann var ein av teimum heilt stóru persónmenskunum frá einum tíðarskeiði, har øll menniskajnslig virði vóru undir stórum trýsti.

Sosialurin