Oddagrein· Heilsusamstarv við onnur lond

-Hví skal alt ljósið í landsuðri liggja? Heldur vit kring alla havsbrúnna hyggja, yrkti Jóannes bóndi fyri skjótt hundrað árum síðani. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum Hans Pauli Strøm hevur tikið eitt sera áhugavert og týdningarmikið stig til samstarv við Skotland, og tað fyrsta, ið kemur einum til hugs er: -hetta átti at havt verið gjørt fyri langari tíð síðan. Harvið hava vit eisini sagt, at vit halda hetta vera eitt sera týdningarmikið og áhugavert stig, sum landsstýrismaðurirn eigur rós fyri.

Hans Pauli Strøm hevur í Edinburgh hitt skotska heilsumálaráðharran, Nicola Sturgeon, sum var sera positiv fyri einum samstarvi við tað føroyska heilsuverkið. Skotar hava síðani 1999 haft fulla politiska umsiting av heilsuverkinum innan fyri karmarnar av skotsku sjálvstýrislógini. Samanborið við England, hevur Skotland ført ein rættuliga øðrvísi og nógv betri heilsupolitik. Landsstýrismaðurin vitjaði eisini í Aberdeen, har meginsjúkrahúsið veitir tænastu til Hetland, Orknoyggjar og Suðuroyggjar og hartil hevur eina sera framkomna telemedisinska tænastu. Kannað verður nú, um føroyingar kundu haft fyrimun av einum skipaðum samstarvi við hetta meginsjúkrahúsið. Flogtíðin til Aberdeen er einans helvtina av tíðini at flúgva til Danmarkar, og kann hetta í ávísum førum verða avgerandi fyri akuttari læknahjálp.

 

Tað er als eingin ivi um, at á heilsuútbúgvingarøkinum kundu Føroyar eisini haft fyrimunir av einum tøttum samstarvi við Skotland. Hetta er galdandi fyri grundútbúgvingar, víðari útbúgvingar umframt eftirútbúgvingar. Nógv fólk aðrastaðni frá ynskja at lesa á teimum hægru lærustovnunum í Skotlandi, og landið útbúgvir fleiri heilsustarvsfólk, enn tey sjálv hava tørv á. Hetta vildi verið í samsvari við tann útbúgvingarpolitikk, sum skiftandi landsstýri hava rikið. Tað er eingin ivi um, at eitt fjølbroyttari úrval av heilsutænastum vildi gagnað sjúklingunum. Hetta má og skal vera yvirskipaða málið við heilsuverkinum. Latið okkum fáa avtalur við Skotland og Ísland, sum eru okkara næstu grannar, hvørs heilsuverk eru millum heimsins fremstu.

 

Føroyar hava brúk fyri at venda eyguni eisini móti okkara næstu grannalondum. Vit hava havt frálíkt samstarv við Danmark, men vit hava sum øll onnur samfeløg eisini brúk fyri at hava fleiri bein at standa á í samstarvinum úteftir. Tíðin er komin til at hyggja til Skotlands, Onglands, Noregs og Ísland eisini. Og hví ikki eisini til Írland! Nú vit skulu á val tvær ferðir átti samstarv við onnur lond nettupp verið týðandi partur av valskránni. Samstarv við skotska heilsuverkið er ein góð byrjan.

 

Sosialurin