AT nýggja frálandavinnan raðfestir spurningarnar heilsu, umhvørvi og trygd so høgt verður so eisini eitt gott høvi til at geva teimum størri gætur í samfelagnum sum heild. Eitt nú hava vit eina høvuðsvinnu á sjónum, fiskivinnuna og eina høvuðsvinna á landi, fiskiídnaðin, har umrøddu spurningar áttu at verið tiknir í enn størri álvara.
HMS, sum tað verður kallað á øðrum máli, tvs. heilsa, miljø og sikkurheit ella sum tað kundi itið hjá okkum, HUT, tvs. heilsa, umhvørvi og trygd var høvuðsevnið á fyrsta fundinum hjá nýstovnaða Oljutinginum, sum varð hildin á Handilsskúlanum í Havn týskvøldið. Stóri áhugin, meira enn 100 fólk møttu, sýnir, at ikki bert oljuvinnan hevur áhuga millum manna, men eisini hetta evnið, sum fyri onkran kann tykjast í so turt og keðiligt, verður raðfest frammaliga. Spurningurin er so bara, um heilsa, umhvørvi og trygd í veruleikanum verða raðfest nóg høgt innan okkara verandi høvuðsvinnur? Eftir áhugaverda vitjan í Noregi fyri nøkrum árum síðani, har nettupp hesir spurningar vórðu uppi at venda, úttalaði læknastjórin Pál Weihe seg júst um hetta og setti spurningin, um okkara høvuðsvinna ikki hevur nógv at læra av krøvunum, sum mynduleikar og vinna seta til heilsu, umhvørvi og trygd í frálandavinnuni! Helst verður tað ein spurningur, sum fer at fáa størri umrøðu í næstum, nú tá fokus verður sett á heilsu, umhvørvi og trygd í komandi oljuvinnu.
ÁHUGAVERT var á oljutinginum at hoyra stjóran á Handilsskúlanum greiða frá samstarvinum við handilsskúlan í Stavanger. Nú fara so nettupp spurningarnir um heilsu, umhvørvi og trygd at fáa innivist á skúlanum við Marknagilsvegin. Byrjað verður við hesum málum, tí hesi verða ráðfest so ovarliga í nýggju frálandavinnuni. Ætlanin er tó at víðka undirvísingina til at fevna um flest allar aðrar tættir í nýggju vinnuni, sum náttúrliga hoyra heima á einum handilsskúla.
NÚ er so bert at vóna, at myndugleikarnir fylgja við og av álvara fara at raðfesta heilsu, umhvørvi og trygd hægri, ikki bert í komandi frálandavinnuni men so sanniliga eisini í núverandi vinnum her á landi. Tosað verður um negativar og positivar avleiðingar av eini oljuvinnu. Fara vit sum heild at geva heilsu, umhvørvi og trygd størri ans, so má sigast, at nýggja frálandavinnan longu áðrenn hon er komin til landið av álvara hevur sína positivu ávirkan.