Vit nevndu, at Valcon ikki kemur at kanna bygnaðin, sum vit meta er ein tann størsti trupulleikin í føroysku sjúkrahússkipanini. Við ikki at lata Valcon kanna hetta økið, verður lopið uppum, har garðurin er lægstur. Líta vit at arbeiðssetninginum hjá Valcon, so snýr hesin setningur seg um 1) at greina búskaparstýring og at eyðmerkja orsakir til øktar útreiðslur og meirnýtslu, um samanberingar við lond, sum líkjast okkara, og hann snýr seg um at samanbera føroysku sjúkrahúsútreiðslurnar í mun til BNP við somu útreiðslur í Norðurlondum. At enda skal Valcon koma við uppskotum um ábøtur á hesi trý kanningarøki.
Her er talan um reint fyrisitingarlig viðurskifti og um upplýsingar, sum miðfyrisitingin og sjúkrahúsfyrisitingin sjálvandi liggja inni við ella í minsta lagi kunnu útvega. Tað skuldi ikki verið neyðugt at farið út um landoddarnar eftir fyritøku til hesa uppgávu. Hinvegin kann tað sjálvsagt vera skilagott at fáa fremmand eygu at koma við íblástri ella uppskotum til einfaldari og ódýrari fyrisitingarligar mannagongdir. Men hvørki Valcon ella nøkur onnur útlendsk ella innlendsk fyritøka kunnu loysa spurningin um øktar útreiðslur og meirnýtslu, tí hesir trupulleikar eru grundleggjandi av politiskum slag. Politiski viljin hevur í áravís verið tann, at so nógv viðgerðartilboð, sum møguligt, skulu vera í Føroyum. Við tí stóru menning, ið er á øllum heilsubótarøkinum er sjálvsagt, at útreiðslustøðið hækkar. Spurningurin er tí: hava løgting og landsstýri vitað, at samsvar fór ikki at verða millum rakstur og játtanir? Ein kann hava varhugan av, at talan er um vælkent fyribrigdi í føroyskum politikki: stovnur skal varðveita virksemið, men hann fær ikki játtan samsvarandi.
Eftir stendur tann týdningarmesti og mest álvarsami spurningurin: Hvat skal yvirskipaði heilsupolitikkurin fevna um og hvussu skal hann fíggjast. Hvussu skal sjúkrahúsbygnaðurin síggja út í framtíðini? Hvussu nógv sjúkrahús skulu vit hava í Føroyum? Hvat skal teirra virksemi fevna um? Hvørjar viðgerðir skulu vit bjóða her heima? Nær og hvar skal føroyingurin út í heim at søkja sær heilsubót? Hvussu nógv eru vit til reiðar at rinda fyri heilsubót í eini tilgongd, har viðgerðarmøguleikarnir gerast alt betri og betri samstundis, sum teir gerast dýrari og dýrari. Her hanga nógvir stórir spurningar uppií: fólkaheilsa, eldrapolitikkur, barna- og ungdómspolitikkur, undirstøðukervi, ferðslutrygd o.m.a. Landsstýrismaðurin hevur sett á nógvar av hesum spurningum, men fyrr enn vit hava gjørt upp við okkum sjálvi, hvønn sjúkrahúsbygnað, ið vit vilja hava í framtíðini, koma vit ikki úr stað. Hetta kann bert greiðast í politisku skipanini, og hetta kann greiðast, um viljin og dirvið til broytingar er til staðar.
Sosialurin