Til heildarmyndina av hesum álvarsama samfelagstrupulleika hoyrir eisini, at tey sakkønu eru ikki samd um, hvat ið eigur at verða gjørt til tess at koma óskilinum til lívs. Tað er tó breið semja um, at heim, dagstovnar, fólkaskúli, skúlastýri og mentamálaráð hava eina stóra ábyrgd. Allir hesir partar mugu samstarva. Foreldur mugu kenna sína ábyrgd og grípa inn, um tey gerast varug við happing og hetta er uttan mun til, tey eiga offrið ella happaran. Tað ber ikki til at lata til standa og vóna, at hetta óskilið heldur uppat av sær sjálvum. Tað ger tað ikki, vísa royndirnar. Hvat er so til ráð at taka? Allir partar eiga at læra at skilja, hvat tað er, sum hendir. Her er talan um gamlar og ódámligar siðvenjur. Her er talan um konfliktir, sum stinga djúpt í skúla, á arbeiðsplássum og í samfelagnum.
Afturvendandi undir orðaskiftinum í Fimmaranum vóru dagstovnar og skúli. Har má, sum tingmaðurin Henrik Old gjørdi vart við, arbeiðið byrja og kundu vit lagt afturat: í heimunum. Foreldur eiga at læra síni børn nøkur grundleggjandi virði, eitt nú virði fyri øðrum meniskjum uttan mun til, hvussu hesi annars eru. Síðan eigur alt fyri eitt at gerast ein heildarætlan fyri dagstovnar og fólkaskúla. Tað skal, sum ein lurtari málbar seg, vera eitt mál, at á dagstovni og í skúla skulu øll trívast. Avvarandi myndugleikar mugu síggja til, at gjørdar vera strategiir fyri at náa hesum máli. Hesar strategiir eiga at fevna um øll tey góðu hugskot, sum eru frammi frá leikum so væl sum lærdum. Farast má til verka nú, tí hetta óskil sømir seg ikki einum framkomnum og humanum samfelag.
Sosialurin










