Gamaní skuldu vit hava nøkur avgjøld uppá grønar keks og annað, men tað vildi ikki bøtt storvegis um hallið. Fíggjarlógin hjá Karsten Hansen hevði framvegis víst eitt hall uppá yvir 300 milliónir áðrenn eykajáttanir, uttan fleiri tiltøk. Hetta er fyrst og fremst tí, at inntøkumetingarnar hava verið órealistiskar. Skattgjaldarin kann ikki finna seg í, at inntøkumetingin knappliga fellir við útvið 10% uppá fáar mánaðir, uttan at nakar tekur ábyrgd av hesum. Tíðirnar kunnu vera versnaðar síðani august í fjør, men ikki so nógv, at man ikki sá hvønn veg tað bar. Tað er umráðand, at landstýrismaðurin, ið hevði ábyrgd av inntøkumetingunum, ið vóru lagdar fyri tingið í august, tekur politisku ábyrgdina, og harnæst eiga mannagongdir fyri, hvussu inntøkumetingar verða gjørdar at verða endurskoðaðar, so slíkt ikki hendir aftur.
Hetta tekur okkum aftur til blokkniðurskurðin. Í 80?unum høvdu vit donsku Ráðgevandi Nevndina, ið hvørt ár kom við ráðum, ið so fyri tað mesta vóru ignorerað. Hetta, at man ikki lurtaði eftir Ráðgevandi Nevndini var, við røttum ella ikki, eitt av stóru kritikkpunktunum, tá kreppuorsøkir skuldu finnast. Nú hava vit ikki longur Ráðgevandi Nevndina at ignorera, men hvør gevur so ráð viðvíkjandi føroyska búskapinum? Á hvørjum grundarlag lækkaði man blokkstuðulin við einari góðari millión um dagin? Hvussu var komið fram til júst hesa upphædd? Nógvir spurningar, ið krevja svar.
Vit standa sum skattgjaldarar við einum landskassa, ið er fráfarin so illa, at vandi er fyri at noyðast at læna til rakstur. Einasta fíggjarlógin, ið Karsten Hansen gjørdi eftir blokkniðurskurðin, er tann fyri 2003, og vit vita ikki, hvussu hendan fer at hylnast. Blokkniðurskurðurin uppá 366 milliónir var alt ov stórur, og nú heysta vit fruktirnar. Hetta hava vit víst á og ávarað móti ótaldar ferðir á hesum stað.
Um landið vil royna at halda samfelagshjólini koyrandi fyri at verja móti ov stórum arbeiðsloysi, so er umráðandi, at landið prioriterar sínar pengar rætt. Tað er ikki pláss til at ekspandera, og neyðugt verður uttan iva at spara í rakstrarútreiðslunum. Tað er tó umráðandi, at man ikki sparir við sonevnda salami mátanum, har alt verður skorið við nøkrum prosentum. Landstýrið má duga at velja frá, so at tað mesta kann rekast optimalt, meðan annað verður niðurlagt fullkomuliga, so at man ikki stendur við einum almennum sektori, har einki riggar til fulnar vegna pengatrot. Fyri at halda samfelagshjólunum koyrandi, so kann gerast neyðugt, at man loyvir teimum kommunum, ið eru væl fyri fíggjarliga, at gera íløgur í teimum árunum, ið nú koma. Íløgukarmurin eigur at fáa eina hart tiltrongda endurskoðan við hesum fyri eyga.
Sosialurin