EIN onnur lóg, sum eisini hevur sett sína týðuligu slóð, er lógin um fyrisiting og um alment innlit í fyrisiting okkara. Henda lógin kom seint. Hóast Føroya Blaðmannafelag strongdi á frá seinast í sjeytiárunum, fingu vit ikki hesa lóg fyrr enn miðskeiðis í nítiárunum. Men í dag kundu vit ikki hugsað okkum eitt samfelag uttan hesa lóg. Henda lógin er fyritreytin fyri, at vit hava eitt víst gjøgnumskygni í samfelagnum. Lógin er komin, og hon verður brúkt, men tað er heilt givið, at høvdu føroysku fjølmðlarnir havt størru orku var væl meiri komið fram.
HERFYRI kom undan kavi, at landsstýrismálanevndin hevði ikki fingið øll skjøl í samband við málið um pensjónirnar. Lógin um skjalainnlit hevur tryggjað, at vit fingu hesi skjøl hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum. Tey vísa m.a., at aðalstýrið nærum skuldsetir Almannastovuna fyri ikki at hava hildið landsins lóg í samband við kunngerðir um nakrar persónligar viðbøtur. Men fyrrverandi stjórin á Almannastovuni hevur bæði sett Almanna- og Heilsumálastýrið og landsstýrismannin so dyggiliga upp á pláss.
HVØRJAR avleiðingar hetta fær, er ikki greitt, tí hetta er jú sama mál, sum er kastibløðka millum landsstýrismálanevndina og løgmann - ivamálið um, um landsstýrismaðurin handfór lógina á rættan hátt, tá nýggju pensjónirnar vórðu settar í gildi. Hetta er eitt stórt og viðbrekið málsøki, sum málið um sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóran fryi skjótt einum ári síðani vísti. Vit kunnu altíð diskutera, um landsstýrismaðurin klárar seg væl ella illa, men ikki skerst burtur, at signalini frá henni eru ikki altíð líka greið, og tað er óheppið. Líka so óheppið, sum at leggja eftir einum stovni, sum sambært fyrrverandi stjóran-um hevur sítt ?á tí turra?. Her kiksar okkurt í aðalstýrinum.
TAÐ kann ikki góðtakast! At so tvídráttur er komin í pensjónsmálið millum Fólkaflokin og Sjálvstýrisflokkin og kanska fakfeløgini við, er landsstýrisins søk. Og tað kunnu føroyingar bara fegnast um, so vit sleppa undan tí ósamhaldsfastu eftirlønarskipanini hjá Fólkaflokkinum.










