Oddagrein·Forsetaval

Í dag er forsetaval í USA. Hetta val viðkemur ikki bert fólkinum, sum býr í USA, hetta viðkemur øllum heimsins tjóðum. USA er vorðið heimsins sterkasta land, og amerikanskur politikkur ávirkar allan heimin. Bush fyrisitingin er dømi um eina ta mest konservativu stjórn, ið USA nakrantíð hevur havt.

Hetta sæst aftur í skattapoliitkkinum, í vinnupolitikkinum, uttanríkispolilitikkinum og ikki minst í rættarpolitikkinum. Taka vit hetta síðsta økið fyrst, so visti NRK mánamorgunin at siga, at Bush sum guvernørur var tann guvernørur í amerikansku søguni, ið hevur undirritað flestar deyðadómar, nevniliga 150! Eftirfylgjandi hevur tað víst seg, at nøkur ósek fólk eru vorðin tikin av døgum. Bush ætlar at halda fram við sínum harðrenda/víðgongda rættarpolitikki eitt nú við at tilnevna fleiri nýggjar og sera konservativar hægstarættardómarar. Hesir sita sum kunnugt fyri lívið og hevur hægstirættur sera stóra ávirkan á rættarpolitikkin. Tað er tí eitt stórt afturstig fyri rættartrygdina, um Bush verður afturvaldur í dag.

Undir Bush eru tey ríku vorðin ríkari og tey minni ríku vorðin fátækari. Skúlaverk, almanna- og heilsuverk og kollektiva undirstøðukervið eru sett ár aftur í tíðina. Umhvørvis- og orkupolitikkuirn gagnar bert big business og bústaðarpolitkkurin er vorðin ein sonn vanlukka. Uttanríkispolitikkurin hevur ført til, at USA hevur mist at kalla allar sínar vinir uttan Bretland, har vinalagið nú er farið at rilla. Týskland, sum í áratíggjur var trúgvasti sameindi USA, hevur leingi verið sera atfinningarsamt. Europa er slept upp á fjall og uttanríkispolitikkurin sum heild verður undirlagdur innanríkispolitiskum seráhugamálum.

Bush umboðar ein "eyga fyri eyga og tonn fyri tonn" hugburð, sum er púra fremmandur fyri tann annars so framkomna og sivileraða vesturheimin. Harnæst umboðar hann einvíst trong og avmarkað vinnuáhugamál og stórur ivi er sáddur um hansara moralska støði eitt nú við, at tað alment er komið fram, at hann og hansara umhvørvið fyri 11.september hava havt gott samband við lond og bólkar, sum stuðla yvirgang, eitt nú Osama bin Ladin og hansara harkalið.

Leiðararnir í vesturheiminum hava mist álitið á Bush, og flestu teirra meta ikki, at hann er skikkaður at standa á odda fyri vesturheiminum, sum stendur fyir demokratii og humanismu. Hitt valevnið John Kerry hevur alt tað, sum skal til fyri at gerast ein góður forseti og leiðari av vesturheiminum. Hann er vitandi og royndur, hann hevur sera greið poltisk mál bæði á innanríkispolitiska og á uttanríkspolitiska økinum. Hann ætlar snøgt sagt at føra vælferðarpolitikkin hjá Clintonstjórnini víðari. Hetta ger hann ikki bert tí hann er ein rætthugsandi humanistur, men tí hann dugir at síggja, at USA tolir ikki fýra ár afturat við tí víðgongdu konservatismu, sum Bush umboðar. Uttanríkspolitiskt er hann sinnaður at lata USA átaka sær tær skyldur, sum liggja á herðunum á einum demokratiskum stórveldi. Tað er lítið at ivast í, at USA og heimurin sum heild eru best farin við Kerry sum forseta. Avgerðina eigur amerikanska fólkið í dag. Livst so spyrst.
Sosialurin