Øll sum eru fødd eftir 1959 eru fødd undir skeivum fortreytum, um pensjónsaldurin hækkar! Skulu øll gera sum Mortan reiðari og krevja endurgjald?
So glapp. Samgongan stóð saman. Ja, sjálvt Javnaðarflokkurin stóð saman – øll átta. Fiskivinnunýskipanin varð samtykt, enntá við eitt lítið sindur breiðari undirtøku enn væntað.
Tað er einki at ivast í, at samtykin í løgtinginum týskvøldið klokkan 21:51 er ein týdningarmikil hornasteinur hjá samgonguni, hjá Akseli V. Johannesen sum løgmanni og hjá Høgna Hoydal sum fiskimálaráðharra.
Hendan samtyktin var og er legitimiteturin hjá samgonguni, sum nú kann anda lættan.
Talan er um ein stóran politiskan sigur hjá samgonguni. Tá tað er sagt, so er tað ikki tí, at alt hervið verður so gott, sum samgongan hevði ímyndað sær frá byrjan. Úrslitið var ikki tað, sum samgongan ætlaði. Men tað verður heldur ikki so svart, sum andstøðan hevur roynt at málað støðuna. Slett ikki.
Tí sjálvandi skal fiskivinnan eins og aðrar vinnur duga at tillaga seg, um tað yvirhøvur verður neyðugt.
Øll fræls vinna tillagar seg alla tíðina.
Føroyska handilsvinnan tillagar seg eisini, tá reiðarar við nógvum pengum upp á skift keypa upp stórar handilsfyritøkur og matvøruhandlar. Smáir bakarar mugu tillaga seg, tí avlopspengar í fiskivinnuni uppskeypa størstu bakaríini í landinum.
Gamlir siðbundnir fjølmiðlar mugu eisini tillaga seg, tá yvirskotspengar í uppsjóvarvinnuni uppkeypa fjølmiðlar, sum so kunnu koyra við milliónahalli og avlaga lýsingarmarknaðin. Tað merkir, at uppsjóvarpengar avlaga marknaðin hjá fjølmiðlum. Er tað rímuligt, at P/F Varðin við 1,12 milliard krónum í eginogn skal reka ein undirskotsfjølmiðil, sum soleiðis kann avlaga marknaðin hjá hinum fjølmiðlunum sum ongar reiðarapenar hava?
Sjálvandi klára hesi somu reiðarar, sum avlaga aðrar vinnur, eisini at kappast undir broyttum umstøðum í fiskivinnuni. Teir kunnu bara hyggja at sær sjálvum – og læra av sær sjálvum!
Og skal ein reiðari í Havn hava endurgjald fyri broyttar umstøður í vinnuni, hvat so við øllum teimum føroyingum, sum eru føddir eftir lógina um fólkapensjón frá 1959 – teir eru jú føddir undir undir skeivum fortreytum. Skulu teir stevna landsstýrinum eftir endurgjaldi fyri mista pensjónsinntøku?
Oddagrein, Sosialurin 15. desember 2017









