Hóast Sjálvstýrisflokkurin hevur boðað frá, at hann fer úr samgonguni, so er støðan kortini ikki so greið. Tí løgmaður má taka støðu til, hvør flokkur nú skal hava størri vald við eisini at átaka sær leiðsluna av Innlendismálaráðnum. Men fleiri møguleikar eru:
Løgmaður kann flyta málsøki úr Innlendismálaráðnum í onnur ráð og soleiðis spara eitt ráð burtur. So kundi hann víst á, at hann eisini kann spara eitt sindur. Tí tað var júst Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum í valstríðnum segði, at vit einans skuldu hava seks aðalráð. Men tá hann skipaði samgonguna, so helt hann ikki orð hesum víðvíkjandi, men vaks talið av aðalráðum úr seks upp í átta.
Nú hevur hann møguleikan at lækka talið niður í sjey. Tað er lítið hugsandi, at ein av teimum trimum samgonguflokkunum fær eitt landsstýrisfólk afturat. Hinvegin so kundi løgmaður saðlað eitt sindur um í landsstýrinum. Almannaráðið og Heilsumálaráðið hevur verið eitt býtisbarn. Alt eftir hvussu samgongukabalan gongur upp, so verður ráðið lagt saman ella koyrt í tvey sum í hesi samgonguni.
Fólkaflokkurin hevur gott tak á løgmanni. Hugsandi er, at Fólkaflokkurin vil sleppa sær av við almannamálini. Annika Olsen kann so fara afturm, har hon byrjaði – í Innlendismálaráðið. Tá hon tók við sessinum í Almannamálaráðnum, var tað onkur sum segði, at har skuldi hon brennast út – so hon ikki verður ein hóttan ímóti Jørgen Niclasen – tí, sum onkur spurdi:
Kann ein sosialministari vera formaður í Fólkaflokkinum?
Jørgen hevur prógvað sítt virði sum floksformaður, so tað stríðið um leiðsluna í Fólkaflokkinum man vera yvirstaðið. Við at flyta Anniku í Innlendismálaráðið og lata Karsten Hansen yvirtaka saman lagda Almanna- og Heilsumálaráðið sleppur Fólkaflokkurin undan stríðnum við at flyta eldraøkið út til kommunurnar. Miðflokkurin eigur tá alt almanna- og heilsuøkið, og so ber ikki til hjá Jenis alla tíðina at verða í andstøðu til samgonguna.
Og síðst men ikki minst, so kann Annika Olsen seta í gongd tilgongdina við kommunusamanlegging, sum Kári P. Højgaard koyrdi av sporinum. Hon kann eisini gjøgnumføra Skálafjarðartunnilin.
Tað at Fólkaflokkurin kann fáa nógv burtur úr eini umskipan merkir, at ein slík umskipan er sannlík.