ODDAGREIN: Eitt forútsigilgt úrslit

Hóast tað er fyrstu ferð, at Kaj Leo Johannesen sendir ein landsstýr­ ismann til hús, so var tað kortini væntandi, at Jákup Mikkelsen ikki fór at sita leingi í starvinum sum landsstýrismaður í fiskivinnumál­ um. Gegnistrupulleikin var so stórur, at tað bar ikki til hjá honum at virka í starvinum sum landsstýrismaður – og at hann so setti kunn­ gerðina um friðing av innaru leiðunum úr gildi tyktist fáa bikarið hjá løgmanni at flóta yvir.

Í øllum førum legði Jákup Mikkelsen stóran dent á mikudagin, at júst hendan kunngerðin var orsøkin, hóast løgmaður segði tað mótsætta. Hetta bendir á eina stóra politiska ósemju. Men kanska báðir hava rætt – í øllum førum hava báðir brúk fyri burturforkláringum, tí royna teir at skifta fokus. Løgmaður tí, at hann hevur ein trupulleika við gegninum, sum var ein forútsigilur trupulleiki longu tá Jákup Mikkelsen varð tilnevndur. Jákup Mikkelsen og Fólkaflokkurin vilja treyðugt viðganga politiska mistakið, teir hava gjørt, við at seta ein mann í Fiskimálaráðið, sum hvussu fegin hann so vildi ikki fekk virkað í starvinum vegna gegnistrupulleikar – hóast trupulleikan var forútsigiligur.

Og líka forútsigiligt er valið av Jacob Vestergaardtil nýggjan fiskimálaráðharra. Hann var upplagda boðið, men politiska kabalin hjá Fólkaflokkinum gekk ikki upp, tá tey skuldu manna landsstýrissessirnar – samstundis sum stríðið stóð um formansvalið í flokkinum. At farið at gjørt rokeringar við landsstýrissessunum hjá flokkinum nú hevði bara skapt trupulleikar, nú formansstríðið hevur lagt seg. Jørgen Niclasen vann tað stríðið og hevur neyvan áhuga í, at tað skal blussa uppaftur.

Tað er einki at ivast í, at Fólkaflokkurin nú hevur tað mest potentiellu landsstýrismanningina: Tað var spátt, at Annika Olsen varð send í Almannaráðið til »niðurbræðingar«, men tað hevur so ikki víst seg higartil. Jørgen Niclasen hevur gjørt størri kollvelting í Fíggjarmálaráðnu,m, enn nakar annar landsstýrismaður nakrantíð hevur – og við Jacobi Vestergaard í Fiskimálaráðnum, so fær Fólkaflokkurin frið at reka sín politikk á fiskivinnuøkinum. Tí tá Jacob Vestergaard fer í gongd, so fær løgmaður fær ikki eitt bein til jørðina, og hann fer helst at hava líka lítla ávirkan á fiskivinnupolitikkin, sum hann hevur á fíggjarpolitikkin.

Soleiðis hevur málið um gegnið hjá Jákupi Mikkelsen ikki á nakran hátt skatt Fólkfalokkin, sum tvørturímóti kemur styrktur burtur úr stríðnum um gegnistrupulleikarnar hjá Jákupi Mikkelsen.