Oddagrein· Døpur búskaparlig útlit

Fyrr í vikuni var ein bankastjóri frammi á skýggjanum og ávaraði móti vandanum fyri búskaparligari afturgongd næstu árini. Í gjár var so ein sparikassastjóri í bløðunum og rópti varskó um vandan fyri, at alingin dettur niður fyri. Sum øllum kunnugt hava vit havt búskaparlig metár nú rættiliga leingi. Fiskiskapurin hevur verið góður, fiskaprísirnir hava verið methøgir og arbeiði hevur verið til allar hendur.

Men nú tykist vent í holuni. Fiskaprísirnir eru fallnir nógv, rækjuvinnan er komin á gravarbakka og alivinnan er komin á fallandi føti. Arbeiðsloysið er so smátt við at kvinka tann skeiva vegin. Her eru tíverri ein hópur av krepputeknum at síggja hjá teimum, ið hava vilja og evni at líta eitt sindur fram um dagin í dag. Hetta er í sjálvum sær nóg álvarsamt. Enn meira álvarsamt er, at hesi tekin ikki eru komin á luftina í dag ella í gjár. Ein og hvør, sum hevur fylgt við í vinnuni, hevur kunnað sæð hesi tekin leingi. Tað er langt síðan fiskaprísirnir vóur methøgir og tað er long tíð síðan, at trupulleikarnir í alivinnu og rækjuvinnu gjørdust greiðir fyri øllum avvarandi politikkarum og vinnulívsmonum.

Landsins myndugleikar hava valt at lata standa til. Hetta er ein heilt ekstremur formur fyri marknaðarbúskaparligari hugmyndafrøði. Vanligt er í øðrum londum, at myndugleikarnir hava eina ætlan og eina støðu til búskaparligar trupulleikar, sum veruliga hótta alt samfelagið. Soleiðis er støðan sjálvt í londum, har stjórnirnar halla til marknaðarbúskap og liberalistiskan hugsunarhátt. Soleiðis er tó ikki hjá okkum. Her er tað vorðið eitt dogma, at tað almenna letur standa til ? tað, sum ikki kann standa má falla. Her hjá okkum, skulu vit søguliga aftur í fimtiárini fyri at finna ein so liberalistiskan politikk.

Hetta er tó ein erlig og greið støða, men henda støða frítekur ikki landsins myndugleikar fyri ábyrgd av búskapi og av, at arbeiði er til allar hendur. Í slíkum førum hava stjórnirnar uttanlanda ætlanir, ið fevna um búskaparlig tiltøk, sum skulu byrgja fyri búskapaligum vanlukkum. Hesar ætlanir fevna um fíggjarpolitikk, pengapolitikk, rentupolitikk, arbeiðsfremjandi politikk og eina marknaðarstrategi, ið kann tryggja trongdum vinnum atgongd til nýggjar marknaðir. Hesar ætlanir fevna um menning av nýggjum vinnum og nýggjum marknaðum og sum heild um eina røð av stimbrandi tiltøkum uttan tó at fevna um studning til vinnuna.

Men her hjá okkum hevur eingin slík strategi verið at hóma. Fráfarandi landsstýrið hevur dusað sær í hákonjunkturinum og hevur samstundis sitið hendur í favn, meðan støðið so líðandi er rutt undan stórum pørtum av vinnuni. Hetta er ikki marknaðarbúskapur ? hetta er atgerðar- og ábyrgdarloysi, og liggur her eitt stórt upptak fyri framman hjá eini komandi landsstýrissamgongu. Vinnan eigur sjálvsagt ikki aftur at fáa studning og óhugsandi er eisini, at ein komandi landsstýrissamgonga fer at lata føroyskari vinnu stuðul. Hetta at bjarga búskapinum uttan at fara aftur til studningsbúskap verður ein stór avbjóðing, ja, ein tann størsta í hesum árum. Men her er eingin bøn ? henda uppgáva má loysast uttan studning.

Sosialurin