Oddagrein·Brúk fyri brúkarastovni

Fjølmiðlar hava av álvara sett kikaran á brúkaramál, eftir at norðurlendskur brúakarafundur var í Føroyum seinasta vikuskiftið. Spell, at fjølmiðlar ikki í størri mun viðgjørdu hesi viðurskifti, sum hava týdning fyri Karina og Marina og Hanus og Janus, tá Javnaðarflokkurin í seinastu tingsetu legði fram uppskot at stovna ein brúkarastovn.

Tá var nærum tøgn um uppskotið og hugsanirnar aftan fyri tað sera væl fyrireikaða uppskotið, sum fyrst og fremst fyrrverandi tingmaðurin í Norðurstreymoy, Hans Pauli Strøm, hevði æruna fyri. Men nú hevur hann onkursvegna dugað betur at selt hesa vøruna, sum næstan kann kallast neyðsynjarvøra í okkara brúkarasamfelag.

Orðaskiftið í sjónvarpinum vísti bara einaferð afturat, at tá tað snýr seg at verja mál og rættindini hjá brúkarunum, so er Fólkaflokkurin framvegis á steinaldarstigi. At hann enn ikki er komin á jarnaldarstig, avdúkaði orðaskifti millum Hans Paula Strøm og landsstýrismannin Bjarna Djurholm.

Hevði talan hinvegin verið um at verja rætindini hjá borgarunum ella skattagjaldarunum,og at seta ein skattgjaldaraumboðsmann, so hevði Fólkaflokkurin óivað verið skjótur á barrikadunum. (Tað hevur hann annars ikki verið, síðani Fólkaflokkurin legði fram uppskot um at beina NATO-støðina og hermenninar í Mjørkadali av landinum fyri einum 40 árum síðani)!!!

Sambært Bjarna Djurholm kunnu brúkari og seljari orðna trætur sínámillum, uttan hjálp frá brúkarastovni ella brúkaraumboðsmanni. Tað er møguligt, at Bjarni sum kendur politikkari kann loysa slíkar ósemjur. Tað sama er galdandi fyri tey meira ella minni kendu andlitini. Men at Karin og Marin kunnu koma í trupulleikar, sum ikki verða loystir sínámillum, avdúkaði útvarpstíðindi um brúkaraviðurskifti hóskvøldið. Bara ífjør hevði rættarhjálpin viðgjørt 23 brúkaramál. Talan er um mál líka frá dustsúgvarakeypi til bilakeyp!

Einaferð høvdu vit ein Tjóðveldisflokk, sum hevði aðrar hugsjónir enn ta einu, sum hann í dag hevur start seg blindan í. Hann hevði ein tilvitandi framherja, tá tað snúði seg um mál, viðurskifti og umstøður hjá tí vanliga fólkinum. Saman við Javnaðarflokkinum kundi hann fremja mál til frama fyri vanliga fólkið. Men atkvøddi Tjóðveldisflokkurin fyri uppskotinum um ein brúkarastovn?

Javnaðarflokurin eigur at koma burtur úr tí ?koma?, hann hevur verið í, síðani hann ikki fekk samráðst seg fram til at verða ein flokkur í landssins stýri. Flokkurin eigur at leggja fram uppskotið um brúkarastovn. Kanska í meira átuligum hami. Tá fáa vit at síggja, um hann framvegis stendur einsamallur at verja áhugamálini hjá vanliga føroyinginum. Ella um Grímur á Skóg er vaknaður!

Sosialurin