Fara vit aftur um hesi sigursælu orð, so má tíverri staðfestast, at fíggjarlógaruppskotið í sjálvum sær er eitt vónbrot hjá øllum, sum hugsa menning og sum royna at líta eitt sindur fram í tíðina. Landsstýrissamgongan hevur, sum øll onnur í landinum staðfest, at tað gongur við rúkandi ferð framá við búskapinum. Alt gott um tað! Væl er stýrt, tað má ein geva samgonguni og fíggjarmálaráðharranum. Man hevur í hesi støðu havt fleiri valkostir. Landsstýrið kundi havt valt at bremsa, har tað er neyðugt at bremsa nevndliga innan alt, sum eitur íløgur, tí byggivirksemið er alt ov ógvusligt. Síðan kundi landsstýrið valt at satsa ella økja, har øktar játtanir ikki í sjálvum sær føra til uppaftur meira upphiting av búskapinum. Samgongan kundi eisini havt valt eitt minni avlop. Vil ein partú hava avlop er tað sæð frá einum búskaparligum sjónarmiði eitt feitt, um avlopið er 74 ella 37 milliónir.
Landsstýrið kundi við øðrum orðum økt játtaninar til eitt nú hægri útbúgving og gransking. Hetta hevði verið eitt flott signal og hetta hevði á ongan hátt verið til skaða fyri búskapin. Hartil hevði hetta so eisini verið í tráð við útmeldingar løgmans tey seinastu tvey árini. Hetta hevði verið ein íløga í framtíðina! Men Fróðskaparsetrið og Granskingargrunnurin fáa bert smápengar afturat í 2007, sum vistnokk er Visjónsár 2. Sjáldan hevur eitt landsstýri tosað so nógv um útbúgving, nýmenning og gransking og sjáldan hevur verið slík gjógv millum orð og gerðir sum við hesum fíggjarlógaruppskoti. Hetta er beinleiðis skomm fyri samgonguna, sum við Visjón 2015 hevur meldað út, at har hægri útbúgving, nýmenning og gransking eru lyklahugtøkini í hesi vælsignaðu visjón. Men, sum longu nevnt, sæst lítið og einki aftur til alt hetta í fíggjarlógaruppskotinum. Samgongan hevur valt heldur at hava eitt rættiliga stórt avlop at vísa á! Hetta er kanska smart, men hetta er samstundis alt annað enn gott fyri trúvirðið hjá landsstýri og løgmanni. Vit venda aftur til fíggjarlógaruppskotið í einum av komandi bløðunum.
Sosialurin