Oddagrein· Børn illa viðfarin

Tað tykist, sum eingin endi er á teimum ræðuleikum, sum amerikanska hersetingarvaldið fremur í Irak. Seinastu tíðindi snúgva seg um børn í fongslum. Tað er vorðið próvað, at meira enn hundrað børn sita føst í amerikanskum hernaðarfongslum í Irak. Børnini eru tikin í sambandi við, at amerikanskir hermenn hava rannsakað húsini hjá foreldrum teirra, sum ivaleyst hava verið undir einumhvørjum illgruna. Tað er eisini vorðið prógvað, at børnini eru pínd og illa viðfarin.

Nú eru vit eftirhondini so von við tíðindi um ræðuleikar í kríggj, at vandi er fyri, at vit venja okkum við hesi ræðuleikatíðindi. Men hesi tíðindi um børnini í irakskum fongslum er kortini mest sum ov mikið. Hvussu ber tað til, at heimsins leiðandi stórveldi, sum eftir hvat forseti tess sjálvur sigur, er í Irak fyri at tryggja demokratiið, ber seg soleiðis at? Hvat eru tað fyri mekanismur, sum gera, at hermenn bera seg soleiðis at móti sínum medmenniskjum - í hesum føri børnum? Hví góðtekur almenningurin í USA hetta? Hví góðtaka tey sameindu hjá USA hesi ólíkindi? Hvussu leingi skulu hetta óskil og hesin harðskapur halda fram?

Tað er tíverri einki eindømi, at børn verða revsað fyri misbrot, sum foreldur teirra hava framt ella eru illtonkt fyri at hava framt. Tað er tíverri heldur ikki óvnaligt, at børn verða revsað og forfylgd bert tí at tey eru børn av foreldrum, sum av einihvørji orsøk hava borið seg soleiðis at, at samfelagið ikki vil kennast við tey. Tað er óneyðugt at nevna dømi í nýggjari tíð í Europa og í USA. Sama ger, einki kristið, framkomið, humant og demokratiskt samfelag kann góðtaka, at børn verða fongslað og tortorerað. Hetta er heilt uttan mun til, hvat foreldur teirra møguliga hava gjørt ella ikki hava gjørt. So skjótt hesi ræðuligu tíðindi bórust, tók norska stjórnini stig til harðliga at mótmæla hjá USA. Hetta er líka so sjálvsagt, sum tað tænir Noregi til æru. Hvat ger danska stjórnin? Hvat ger ES? Hvat ger Føroya landsstýri, munnu mong spyrja í hesum døgum.

Sosialurin