Amnesty International hevur lýst dagin at vera altjóða dagur ímóti deyðarevsing, og hesum tiltaki eiga øll rætthugsandi nútímans menniskju at stuðla. Deyðarevsing er barbarisk og ómenniskjanslig og hoyrir ikki heima í einum nútímans rættarsamfelag. Gamla rættarhugsanin eyga fyri eyga og tonn fyri tonn stavar frá eini heilt aðrari tíð og einum heilt øðrum samfelagsformi. Tað eru nógvar orsøkir til ikki at góðataka deyðarevsing. Deyðarevsing eigur ikki at góðtakast av mongum grundum m.a. av tí heilt einføldu orsøk, at vandin fyri mistøkum er sera stórur. Kanningar í Bretlandi og USA hava avdúkað, at heilt nógv ósek fólk eru tikin av døgum síðan annan heimsbardaga. Bretland hevur sum kunnugt avtikið deyðarevsingina, og ein orsøkin var júst fleiri gølur um ósek fólk, sum vórðu avrættað. Afturat hesum kemur, at deyðarevsing er endalig. Eingin møguleiki er at bøta skaðan aftur, um tað eftirfylgjandi skuldi víst seg, at ein ósekur var tikin av døgum.
Tað er sera gott, at A.I. setir hesa ræðuligu og primitivu revsing á dagsskrá. Í kvøld verður eitt tiltak á Margarinfabrikkini og vit loyva okkum at heita á fólk um at møta fjølment. Í ár er serstakligt fokus á USA og hetta er væl skilligt. USA er heimsins mætasta og sterkasta land eitt land, ið á mangan hátt gongur á odda á mongum økjum. Hetta, at USA tvíheldur um deyðarevsing, ger virksemið hjá teimum, sum stríðast fyri at fáa hesa ræðuligu revsing burtur, sera trupult. Londini, sum nýta deyaðrevsing, vísa bara til USA. Hetta er pínligt og harmiligt, so mikið meira sum talan er jú lond, sum hvørki USA ella onnur demokratisk lond vanliga vilja verða samanborin við. At enda skal verða nevnt, at glottar eru: fleiri og fleiri lond strika deyðarevsingina og USA er hildið uppat við at avrætta ungfólk og menningartarnað. Vónandi fer herferðin hjá A.I at geva úrslit. Gott í tykkum.
Sosialurin