Seinastu tíðindini siga frá, at ætlanir hava verið frammi um at fremja atsóknir í London eisini. Hesar ætlanir vórðu uppdagaðar í vikuni og eru fleiri mans tiknir. Teir vórðu í ferð við at bryggja saman spreingievni, sum uttan iva varð ætlað til at fremja hópmorð lík teimum í Madrid.
Hetta vísir, at ræðuleikarnir nærkast okkara egnu grannalondum, og hevur tað eisini verið frammi, at Danmark við síni luttøku í Irakkrígnum, eisini fór at vera eitt av málunum. Tað eigur tí eisini at fáa okkum her heima at spyrja: kunnu yvirgangsmenn finna uppá at fremja atsóknir her um leiðir ella móti áhugamálum vit hava í eitt nú Danmark?
Heimurin er vorðin minni og lættari er at koma fram og aftur. Hetta ger eisini, at tær atsóknir, sum henda í grannalagnum, eisini kennast svárar her hjá okkum. Kanska eru tað næstringar og vinfólk hjá okkum, sum verða rakt næstu ferð?
Vit eiga øll somul at venda okkum ímóti øllum terrorfelagsskapum. Vit mugu viðganga, at hetta er ein altjóða trupulleiki, sum ikki bert viðvíkur teimum, sum atsóknirnar raka. Hann viðvíkur øllum, sum vilja verja demokrati og mannarættindi. Men vit eiga so heldur ikki at detta í hina grøvina og fara undir at generalisera tvs. at leggja hatur á eitt og alt. Tað er sum við russunum undir Kalda Krígnum. Hóast teirra stýrið var totalitert og ódemokratiskt, so átti tað ikki at forkoma virðingina fyri tí einstaka russaranum. Sama eigur at vera galdandi í dag, nú allir muslimar verða lagdir undir at vera terroristar. Vit mugu ansa eftir at ikki fremmandahaturið fær fastatøkur í okkum í kjalarvørrinum á terroratsóknum.
Vit mugu halda høvdið kalt og finna fram til veruliga bakmenninar, og tað merkir, at vit mugu seta fleiri pengar av til trygd. Men vit mugu samtíðis eisini gera okkara til at bøta um brot á mannaættindini. Vit kunnu ikki bara standa og hyggja at, meðan ísraelar og palestinar út í tað óendaliga gera av við hvør annan. USA, sum hevur kent tað sum sína ábyrgd at vera heimspoliti í nógvum ódemokratiskum londum, hevur valt ikki at brúka sína makt í stríðnum millum Ísraelar og Palestinar. Tí má ST koma upp í her. Nato er við at mennast til ein fleirtjóðaðan verju- og trygdarfelagsskap. Vit mugu so síggja til, at Nato kann vera við til at berja niður terrorfelagsskapirnar, men tað er ikki nóg mikið. Vit mugu eisini hava ST til at gerast ein meira virkin partur av tí at íbirta frið og fremja mannarættindi. Hóast vit ikki mugu geva eftir fyri terrori, so eiga vit heldur ikki at venda blinda eygað til nógv av tí órættvísi, sum finst, og sum í ávísum førum, er ein av orsøkunum ? drívmegini - til somu terroratsóknir.
Sosialurin









