ODDAGREIN: Atlasið í Løgtingið

Tað er ein áhugaverdur spurn­ing­ur, sum Bjarni Djurholm, løg­tings­mað­ur, hevur sett Bjørn Kalsø, ment­a­mála­ráð­harra, sum stavseting og nýggja atlassið, sum Nám fer at geva út í næstum.

Talan er um ein skrivligan fyri­spurn­­ing, har løg­tingsmaðurin vil hava lands­­stýr­is­mannin at greiða løg­­ting­­i­num frá, nær nýggja at­lass­ið verð­ur givið út, eftir hvørjum máls­lig­um regl­um stav­set­ing­in verð­ur, um lands­stýr­is­mað­ur­in kann tryggja, at al­ment goldna at­lassið fer at verða kjølfest í stav­set­ing, sum er í sam­svari við fakligu landafrøði-vís­ind­ina og fólksligu hugsanina, og í fjórða lagið spyr Bjarni Djur­holm, um lands­stýr­is­mað­ur­in kann tryggja, at vanliga lat­ínska alfabetið verður løggilt, so­leiðis sum Mentanarnevndin, Løg­ting­ið og Málnevndin í farna val­skeiði mæltu til.

Tá fyrra atlassið kom í 1993, elvdi stav­set­ing­in til mik­ið rum­b­ul, tí høv­und­ar­nir nýttu eina heima­gjørda stav­set­ing av fleiri landa- og stað­a­nøvn­um, sum virkaði sera ørkymlandi fyri fleiri – og sum held­ur ikki var gjøgnumførd.
Er tað nakað, sum vit kunnu vera ó­samd um, so er tað júst mál og stav­set­ing. Hugsanirnar eru fleiri, men mang­an tykist tað so, at onkur tek­ur sær ávíst vald til tess at fáa eina ávísa linju í stavsetingina, sum ikki er kjølfest í nakrari løggildari mál­reglu.

Tí verður tað sera áhugavert at frætta, hvørja hugsan ment­a­mál­a­ráð­harr­in hevur, og um Menta­mál­a­ráð­ið í heila tikið er við í eini slíkari viðgerð sum at gera av, hvørja stavseting vit skulu nýta í ein­um atlasi.

Í fyrispurninginum vísir Bjarni Djurholm á, at í gamla atl­a­s­i­num verða nøvn broyt, sum eitt nú Si­ci­lia, sum eitur Sikiloy, um Scilly­oyggj­arnar, sum eita Sillingaroyggjar, Chile sum Kili og Cape Verde sum Grøn­­høvda­oyggjar, Bornholm sum Burg­und­ar­hólmur o. s. fr. Hann vísir eis­ini á, at hugtakið hálvoyggj verð­ur til nes.

Hugs­anirnar um málið eru sum vera man fleiri. Skulu vit ganga tað puristisku leiðina, har vit gera alt so »føroyskt«, sum tilber – sum so ofta gongur út upp á at beina burtur alt, sum ber brá av at verða danskt? Ella skulu vit lata málið mennast av sær sjálvum?

Hvørgin av hesum leiðum er tann rætta. Tí mugu vit sjálvandi finna gylta mill­um­vegin. Tað at eitt føroyskt orð líkist einum donskum eigur sjálvsagt ikki at gera tað minni føroyskt, tí føroyska og danska málið eru runnin av somu germansku rót. Og um Karl eitur Carl ella Viktor eitur Victor hóttir ikki føroyska málið.

Tað verður í øllum førum á­huga­vert at frætta, hvørja málsliga linju Nám hevur nýtt, um hon fakliga við­gjørd og grundað. Tilvildin kann sjálv­andi ikki ráða eina.