Statoil er eitt tað mest virkna oljufelagið á okkara leiðum. Norsk Hydro var við í kanningunum fram til ár 2000. Sostatt finst nógv vitan um føroysku undirgrundina í báðum feløgunum. Vit meta, at eitt nógv sterkari og størri Statoil, uttan mun til úrslitið av Brugduni, fer at seta enn fleiri kreftir inn at finna oljuna við Føroyar. Tað áliggur so eisini ein ávís skylda hjá felagnum at gera tað, tí felagið fekk eftir øllum at døma nøkur av teimum bestu loyvunum í 2. útbjóðing. At oddamaðurin í felagnum Helge Lund eisini gjørdi greitt í miðlunum eftir samanleggingina, at Statoil í enn størri mun vildi vera eitt altjóða felag, kann eisini tulkast til okkara fyrimun, nevniliga at Statoil fer at halda fram við at sínum virkna leikluti í oljuleitingini við Føroyar.
Oljutingið umrøddi herfyri spurningin um oljugrunn. Spurningurin er nær vit av álvara vilja seta orku av til at fyrireika ein slíkan. Helst eiga vit at seta út í kortið í góðari tíð, tó at vit eisini skulu vera realistisk og ikki rokna við, at nøkur olju sprænir upp í bræði. Tí er framvegis góð tíð til at fyrireika hetta málið ordiliga. Ein spurningur, ið vit kanska áttu at tikið framaftur nú, er alment oljufelag. Hann var frammi á sinni, tá fyrtu loyvini skuldu latast. Men tá metti man, at tað var skilabetri at seta størri krøv til oljufeløgini um keikant og skatting. Eisini varð mett av onkrum, at føroyska oljufelagið tá varð eitt slag av almennum oljufelag í og við, at so nógvir føroyingar hava sett pengar í felagið. Nú hevur hetta oljufelagið eisini útlendskar íleggjarnar. Møguliga er felagið heldur ikki við í teimum bestu loyvunum. Tí er rætt – hóast oljuframleiðsla kann liggja nógv ár frammi í tíðini – at fáa eitt orðaskifti, um vit t.d. við 3. útbjóðing skulu taka við tað almenna oljufelagið, ið tá fær lut í øllum loyvum. Tað kann hava við sær, at vit mugu slaka uppá aðrar treytir. Hetta er kanska ikki rætta tíðin at seta feløgunum harðari treytir, men orðaskifti um alment oljufelag og almennan oljugrunn er uppá sítt pláss í 2007, tá BP, Shell og Anadarko møguliga raka í plett á Williammiðinum - og tá lata dyrnar upp til einar framtíðar sjálvstøðugar Føroyar.
Sosialurin